Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er sostatt er 85,4%, roknaður fyri bæði kyn.
Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa.
Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør.
Einans í Íslandi er hon næstan líka stór.
##med2##
Tá ið Føroyar verða samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat, eru Føroyar fremst.
Tá ið vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85% og síðani Ísland við 81%. Síðan er eitt glopp niður til Sveits við 76% og Svøríki við 74. Estland, Niðurlond, Noreg, Týskland, Danmark, Bretland og Litava liggja um 70-72%.
Miðaltalið fyri tey 28 ES-limalondini (Bretland íroknað) er 65%.
Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 56-57%.
##med3##
Hjá monnum eru Føroyar á odda við 87% og síðani Ísland við 84%. Í Danmark er talið 74%. ES-miðaltalið er 71%. Lægstur er vinnutíttleikin hjá monnum í Kroatia, Belgia, Fraklandi og Italia við 63-66%.
Hjá kvinnum er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 84%, síðani í Íslandi við 77%. Í Danmark er hann 66%, og ES-miðaltalið er 60. Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 37% og Italia við 48%.
##med4##
Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 7% í Íslandi, í Danmark 8% og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 11%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76% hjá monnum men bert 37% hjá kvinnum.
Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru millum onnur ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, millum annað av aldri ella øðrum.
##med5##














