Uppskotið hjá Hammershaimb et al. frá 1846
Faktum er, at tað føroyska móðurmálið til dags dato ikki hevur havt ein nøktandi skrivtbúna, men hevur hjálpts við Uppskotið hjá Hammershaimb et al. frá 1846. Hetta Uppskotið, sum í høvðusheitum byggir á íslendskan málleist og ikki føroyskan, er tentativt (royndarætlað) og ikki normativ (fyriskrivandi) fyri føroyska móðurmálið. Men hóast tað, so hava nøkur í Føroyum forelskað seg í Uppskotinum og identificerað tað við føroyska málið og hava roynt at einsrættað føroyska málið, so tað passar inn í Uppskotið - hug en hæl og klip en tå princippið. Hetta hevur í ávísan mun eydnast teimum, men av tí at henda hugsan byggir á eina málsliga missfatan og helst eisini á móðurmálsligt ómegn, er missnøgdin við førda málpolitikkin nú so stór, at føroya fólk krevur broyting, so okkara múlabunda móðurmál aftur kemur til heiðurs og æru – bæði í skrivt og talu! Uppskotið hjá Hammershaimb var eitt neyðugt (royndarætlað) stig á leiðini, men tað er lítið meir enn systkinabarn við føroyska móðurmálið.
Broytingin og Jóannes Patursson
í 1896 kom uppskot um broyting í stavseting, ið skuldi lætta um tað føroyska skrivtmálið og eisini leggja tað nærri upp at tí føroyska móðurmálinum. Uppskotið kom kom frá eini sjeymannanevnd vit góðum fólki: V.U. Hammershaimb, Dr. Jakob Jakobsen, J. Hammershaimb, J.C. Olsen, Chr. Bærentsen, C.L. Johannessen og Fr. Petersen, men uppskotið vann ikki frama, tí Jóannes Patursson tvíhelt um tann íslendska málleistin heldur enn tann føroyska.
Øll menning í Føroyum er komin frá Europa
Tey seinastu mongu hundrað árini er stórt sæð øll menning í Føroyum komin frá Europa serliga via Týskland, Danmark og Noregi. Bæði kristindómur og reformatiónin, yrkisfakligir sum intellektuellir førleikar, læristovnar, skúlar og universitetir og ikki at gloyma musikkin og listina. Alt hetta floymdi fornýggjandi og svalandi inn yvir okkara fjarskotnu og fámentu oyggjar, saman við hóskandi terminologium ella orðfari avleitt av alskyns tungumálum og ikki minst frá tí ikki tosaða málinum, latíni. Við tíðini gjørdust hesi fyribrigdir ein integreraður partur av okkara móðurmáli, og tí er sjálvsagt neyðugt at hava eitt hóskandi føroyskt alfabet, um vit skulu kunna festa móðurmálið á blað. Hetta alfabetið finna vit ikki við at venda okkum frá Europa men til Europa.
Men hvat hendir. Hesi seinastu 50 árini hava nakrir málsøknir puristar her á landi roynt at niðurbróta og tilonkisgera henda okkum so náttúrliga givna móðurmálsliga førleika og hava innført íslendsk hugtøk og onnur lættisoppa finn–upp–á hugtøk, samstundis sum okkara heimligu altjóða terminilogiir verða bannlýstar. Hetta hevur verið til óbøtaligan skaða fyri okkara mál, tí stringensurin í málinum hvørvur, og móðurmálið, sum skuldi verið grundstøðið undir allari menning og intellektuellari tilvitan, endar sum eitt nýføroyskt esperanto uttan sál, mið og mál! Kendi eysturríkski filosoffurin Ludvig Wittgenstein (1889-1951) sigur tað sera greitt: »Eingin kann hugsa longri enn hann hevur mál til«.
Frælsi til móðurmálið og føroyskt alfabet
Tað er vælskiljandi, at onkur av puristisku málpávunum eftir 50 ár við einaveldi og móðurmálsligari misskiljing nú fær kaldar føtur, tí Sjúrður Skaale, løgtingslimur, nú tekur fyrsta stigið til frígering av fjøtraða føroyska móðurmálinum, við at geva tí eitt alfabet so hóskandi skrivtbúni kann geva móðurmálinum frælsi og veingir til tað andans flog í altjóða høpi, vit føroyingar so leingi hava bíðað eftir.
Góðan byr Sjúrður!