Føroysk umboðan í Zoologiska Hava

Í ZOO í Keypmannahavn hava tey eina ørgrynnu av djórum. Alt frá leyvum til smá fuglar av ymsum slag eru at síggja í djóragarðinum í Keypmannahavn, og um ein lítlan mánað verður djóralívið í Føroyum eisini umboða í Keypmannahavn.

 

Ein arktiskur ringur verður latin upp í februar í Zoologiska Hava í Keypmannahavn. Her verður eitt øki í djóragarðinum lagt av til eitt nú ísbjarnir og kópar, og haraftrat verða lomvigar og lundar at síggja.

 

Starvsfólkini í djóragarðinum í Keypmannahavn vóru í fjør í Føroyum, har tey fingu fatur á lunda eggum, og úrslitið er, at tey nú millum annað kunnu vísa fram 14 lundar.

 

Les meira um arktiska ringin, sum millum annað hevur íblástur úr djóralívinum í Føroyum.

 

www.zoo.dk/BesogZoo/Nyhedsarkiv/2012/Februar/Lunder.aspx