Føroysk oljureinsianlegg kann vinna norðurlendska virðisløn

Í august reinsaðu teir eftir óhappið í Hirtshals Yard. Í oktobur kunnu teir vinna umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Íverksetara fyritøkan Green IQ í Hvalvík er tilnevnd til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2018. Teir eru tilnevndir fyri oljureinsianleggið GreenArc. 30.oktober fæst at vita hvør vinnur.

 

Green IQ heldur til í gomlu gulu smiðjuni hjá Jóhannes í Hvalvík og tað er har oljureinsianleggið er ment. Anleggið er í viðfestisvogni, og ger hetta anleggið lætt at flyta til staðið har oljudálkingin er.

 

Green Arc kann taka t.d. taka olju upp úr bátahyljum og kann reinsa áleið 2800 litrar um tíman. Skipanin er í einum vogni við skimmara, pumpu, el-agrigat, separatortanga, og 1000 litur tanga til olju. Tað, sum er sermerkt við hesi skipan er, at man tekur oljuna burturúr og koyrir vatnið aftur á sjógv. Skipanin er mobil og kann gerast klár á staðnum uppá 10 minuttir. Ein persónur klárar einsamallur at fáa skipanina í gongd og soleiðis fyribyrgja eini oljudálking.

 

Skipanin kann brúkast har olja er fanga innanfyri eina oljusperru ella eitt í einum havnalag. Umframt hetta kann skipanin eisini reinsa brunnar og annað.

 

GreenIQ fekk stórt altjóða uppmerksemi, tá teir hjálptu til í reinsiarbeiðinum eftir at flótidokkin í Hirtshals koppaði í august í ár. GreenIQ hevði eina útgávu av Green Arc í Danmark júst tá, og stjórin í Hirtshals Yard ringdi tí eftir teimum, at koma at hjálpa til at reinsa eftir óhappið. Talan var um 4.000 litrar av olju.

 

30.oktober 2018 verður stórfingið hátíðarhald í Operahúsinum í Oslo har virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar.