Føroysk oljufyritøka gevur útlendskum oljufeløgum dumpikarrakter

-Vit eru vónsvikin av fyritøðufeløgunum og halda ikki, at tey hava livað upp til okkara vónir og til tær serligu almennu reglarnar um at taka lokala ídnaðin við í arbeiðið. Tað er mín hugsan, at oljufeløgini hava ikki verið serliga heppin við at fáa sínar høvuðskontraktarar til at brúka føroyskar vørur og tænastur, har hetta er møguligt segði Gunvør Balle frá PAM Offshore Service á oljuráðstevnuni

 

Oljufeløgini, sum arbeiða í Føroyum, tvs. bæði fyristøðufeløg fyri boringunum og stóru útlendsku kontraktarafeløgini, eitt nú tey, sum eiga boriskip og ?pallar, fingu bæði rís og rós at oljuráðstevnuni í Havn týsdagin. Eftir at Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum í framløgu síni hevði víst á ónøgdina hjá føroyskum fyritøkum við oljufeløgini, tí tey hildu ikki, at tey vóru sloppin nóg nógv upp í part í arbeiðinum, legði Gunvør Balle, stjóri í PAM Offshore Service, sum er ein av teimum fáu føroysku fyritøkunum, sum arbeiðir burturav í frálandavinnuni, legði í framløgu síni sera hart út móti somu oljufeløgum. Hon var avgjørd og sera ónøgd við føroysku luttøkuna í fyrstu leitingunum og gav oljufeløgunum einki minni enn dumpikarrakter fyri hetta fyrsta árið við veruligum virksemi á Føroyaøkinum.


Gunvør Balle, sum hevur staðið á odda fyri frálandavirkseminum hjá Tórshavnar Skipasmiðju seinastu fimm árini og hevur brúkt nógva orku og kreftir uppá at menna fyritøkuna og dótturfyritøkur til at kunna vera við í komandi oljuvirkseminum, vísti á, at PAM Offshore hevði ongan sáttmála fingið við fyristøðufeløgini (operatørarnar), áðrenn boringarnar byrjaðu ? eins og onnur feløg høvdu tað. Hon var tó fegin um at hava verið partur av tí luttakarapakkanum, har oljufeløgini ? í teirra føri Amerada Hess - hava verið við til at fíggja eina uppgradering av tí lokala ídnaðinum, tvs. at gera vinnuna búnað til at kunna bjóða vørur og tænastur javnbjóðis øðrum. ?Men hvat skal tú brúka útbúgvið og kvalifiserað fólk til, um vit ikki kunnu tryggja okkara starvsfólki arbeiði spurdi hon?


Hon reisti spurningarnar, hvussu føroysk vinna hevur dugað at bjóða dygdar tænastur og at selja seg sjálva fyri møguligum kundum ? og hvussu fyristøðufeløg og teirra kontraktoarar hava dugað at givið føroysku vinnuni ein møguleika at bjóða seg fram við vørum og tænastum?


Og stjórin í PAM svaraði spurningunum sjálv: -Vit eru vónsvikin av fyritøðufeløgunum. Vit halda ikki, at tey hava livað upp til okkara vónir og til tær serligu almennu reglarnar um at taka lokala ídnaðin við í arbeiðið. Tað er mín hugsan, at oljufeløgini hava ikki verið serliga heppin við at fáa sínar høvuðskontraktarar til at brúka føroyskar vørur og tænastur, har hetta er møguligt. Hon segði víðari, at ikki minst tá tørvurin hjá fyristøðufeløgunum á vørum og tænastum hevur verið heldur avmarkaður, áttu høvuðskontraktararnir, sum jú eru teir, ið skulu keypa vørur og tænastur, og her serstakliga palleigararnir, alla tíðina at verið mintir á at liva upp til føroysku lógarkrøvini.



Orð og gerðir fylgjast ikki at

Hon helt eitt sindur speiskliga fyri, at hennara royndir eru, at fyristøðufeløgini fegin vilja tosa. Tey siga seg hava ein góðan vilja, men tá tað kemur so langt sum til handil, so liva tey oftani ikki upp til henda góða vilja og lyfti síni. Sum dømi um hetta nevndi hon, at somu umboð fyri allar operatørarnar fyri bert einum ári síðani stóðu á sama stað her í Norðurlandahúsinum og komu við lyftum til føroysku vinnuna at vera við í arbeiðinum.


-Vit hava so eisini lært, at kontraktarar eru sera kravmikil og hørð fólk at samráðast við. Tó er tað sambart loyvisreglunum, fyristøðufelagið, sum hevur ábyrgdina av lokalari luttøku, og tí eiga vit ikki bara at góðtaka frágreiðingarnar frá kontraktarunum, tá teir koyra okkum niður. Sjálv skilji eg, at kontraktararnir kenna seg ikki at hava nakra skyldu til at taka føroyska vinnu við, og tí er tað lættari hjá teimum at gera sum teir plaga við teirra fasta starvsfólki, at brúka verandi undirkontraktarar og keypa vørur og tænastur frá teimum, sum teir eru vanir við.


PAM

PAM Offshore Service varð stovnað í 1998 sum eitt dótturfelag av Tórshavnar Skipasmiðju. Endamálið er at menna førleikan innan mekaniskar tænastur, bæði framleiðslu, viðlíkahald og umvæling til offshore ídnaðin. Starvsfólkið hjá Pam hevur arbeitt í norsku frálandavinnuni seinastu fýra árini. Í eini alliansu við Aker Maritime hevur fyritøkan havt 10 vælútbúnar arbeiðarar á lønarlistanum. Teir hava fingið øll tey neyðugu skeiðini innan trygd o.a. Fyritøkan hevur roynt at fylgt gongdini og tryggjað seg, at hon livir upp til strangastu krøvini, ið vinnan setur slíkari fyritøku. Við hesi gongd ber til at siga, at Pam í dag er eitt av teimum fáu feløgunum í Føroyum, har nærum 100% av umsetninginum stavar frá frálandavinnuni.


Gunvør Balle vísti á, at síðani tey ymsu oljufeløgini hava sett á stovn egnar skrivstovur í Føroyum, hevur fyritøkan brúkt nógva orku til at hava støðugt samband við oljufeløgini, sum fingu leitiloyvi. Fleiri ferðir hava tey hitt fyristøðufeløg og kontraktarar teirra og upplýst um, hvat tey hava at bjóða.


Lítið komið burturúr

Hvat er so komið burturúr! Eftir tí sum Gunvør Balle nevndi er svarið, syrgiliga lítið. Onkur umvæling á útgerðarskipi og okkurt sveisiarbeiði á Sovereign Explorer í ein dag. Harafturímóti vunnu tey sáttmála um at byggja ein konteynara fyri Amerada Hess.


-Fyri tær fyritøkur, sum als ikki hava verið við í nøkrum virksemi, ljóði eg kanska eitt sindur ótakksom, men eg haldi vit hava góðar og kappingarførar vørur at bjóða fram, men tað hevur verið nærum ómøguligt at koma uppí part. Í løtuni hava vit somu trupulleikar, tá vit royna at koma inn á bretska marknaðin. Tá vit so spurdu eigararnar av boripallunum, um teir kundu brúka okkara tænastur og okkara fólk á pallunum, fingu vit altíð sama svar: at teir høvdu síni egnu fólk. Hetta hóast ta sannroynd, at vit vistu, at eigararnir av boripallinum og boriskipinum høvdu sveisarar í arbeiði, sum vórðu leigaðir frá øðrum undirkontraktarum til at útinna serliga uppgávur á pallunum. Tá vit so spurdu um tað fingu vit at vita, at hesir vórðu í einum langtíðarsáttmála. Um hetta er so, tá er tað ein langur vegur hjá føroyskum tænastuveitarum at slíta ketuna við at veita vælútbúgvið fólk. Tað, sum eg haldi er so ørkymlandi, er, at vit hava kvalifiserað fólk til eitt ávíst arbeiði, men vit kunnu ikki fáa atgongd til arbeiðið.


Gunvør Balle segði seg annars vóna, at ráðstevnan ikki einans fór at varpa ljós á hesar trupulleikar men eisini geva sítt íkast til at fáa partarnar at skilja hvør annan betri. Hon segði seg vilja trúgva góðu ætlanunum hjá oljufeløgunum men helt eisini, at tað fór at taka tíð og at tørvur er á eini hugburðsbroyting bæði hjá loyvishavarum og kontraktarum, áðrenn vit síggja nakra munandi føroyska luttøku. ?Nú tá kolvetni eru funnin á landgrunninum er sannlíkt, at frálandavinnan fer at halda fram í mong ár, og trupulleikarnir í dag vilja tí helst verða eygleiddir sum smáir, samanborið við tað, sum liggur fyri framman.









Fleiri av viðmerkjarunum hildu tað vera skeivt at stara seg blindan uppá hetta fyrsta leitiárið, tí vit fóru at læra av mistøkum og royndum og fóru viðurskiftini at broyta seg heilt, tá eitt veruligt fund var veruleiki, og ein útbygging fór í gongd. Tá fór at verða nokk av arbeiði. Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni reisti spurningin, hví okkurt fyristøðufelag sum t.d. BP, gjørdi stóran part av kanningararbeiðinum í sambandi við boringina í Aberdeen, meðan onnur feløg, her bæði Amerada Hess og Statoil gjørdu stórsta partin av hesum arbeiði í Føroyum. John Thorogood, leitistjóri hjá BP metti tað hevði verið torført at flutt alt arbeiðið til Føroya í tí støðu felagið var í. Tá vil tað verða øðrvísi í eini útbyggingarfasu. Tá fara eisini teir stóru kontraktararnir so sum Baker Huges, Halliburton og Schlumberger at hava skrivstovur í Føroyum.


Umboð fyri Transocean, Asbjørn Olsen varð stuttorðaður tá hann svaraði aftur uppá kritikkin frá Gunvør Balle. Hann segði, at teir rætt og slætt ikki hava havt brúk fyri nøkrum av tænastunum frá Pam. Halvor Snarvold, sum hevur staðið á odda fyri GEM-samvinnuni øll árini og tí hevur gott innlit í bæði føroysk viðurskifti og oljufeløgini helt tað vera gott, at slík misnøgd kom fram á slíkari ráðstevnu. Hann vísti tó á, at talan er um eina langtíðarvinnu og bað til, at lokali ídnaaðurin ikki er ov ótolin, tí tað kann bara skaða. Her er eisini talan um at læra av tí tú ger tvs. "learning by doing", sum hann málbar seg.