Føroysk Miðlafólk eru nú lim­ir í altjóða journ­alist­fel­ags­­skapinum

Altjóða journ­a­list­felags­skap­ur­in IFJ samtykti ein­mælt sunn­u­morgunin­, at Før­oysk Miðla­fólk fáa lima­skap. Har­við eru føroyskir journ­alist­ar nú partur av ein­um felagsskapi, sum um­boð­ar fleiri enn 600.000 journ­a­list­ar kring allan heim­in.

Føroysk Miðlafólk, ið er fak­fel­agið hjá føroyskum miðl­a­fólk­um, varð á fundi í Bruss­el ígjár tikin upp sum lim­ur í International Fede­r­a­tion of Journalists (IFJ).

- Ágangurin á journ­a­list­ar og journ­alist­iska fak­ið økist alsamt, bæði úti í heimi, og eisini her heima í Føroyum. Tí meta vit tað vera neyðugt, at vit ger­ast limir í IFJ, har vit fáa neyðuga stuðulin til at stríð­ast fyri okkara rætt­­ind­­um. Og Føroysk Miðl­a­­fólk fara eisini at stuðla tí ar­beiði, sum IFJ ger fyri at hjálpa journalistum, ið stríð­­ast fyri sínum rætt­ind­u­m, sigur Anna V. Ell­ings­gaard, forkvinna í Føroysk Miðl­­­a­­fólk.

Fyri knøppum mánaði síð­ani sendi Føroysk Miðl­a­fólk umsókn um limaskap í IFJ, og hetta gekk skjótari enn tey kundu væntað sær.

- Men við hollum stuðli frá okk­ara norðurlendsku syst­ur­fel­ags­skap­um, ser­liga Norsk Journ­a­list­lag, fingu vit um­sókn­ina við á dags­kránna á fundinum hjá IFJ um vik­u­skifti, sigur hon.
Før­oysk Miðlafólk hava í nógv ár havt tætt samstarv við norð­ur­lendsku miðla­fak­f­­­el­øgini gjøgnum Nord­isk Journ­a­list­for­en­ing. Hetta hevur verið eitt sam­starv, har FM hevur fingið dygg­an fakligan stuðul til sítt arbeiði.

Nú eru felagið eisini farið upp í altjóða felagsskapin fyri journ­a­listar, IFJ.