Føroysk líkasæla fer at kosta dýrt

Verða Føroyar ikki partur av Kyoto, kemur útflutningsvinnan at svíða. Hetta sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri í Umhvørvisstovuni. Bæði Frankaríki og Týskland hava gjørt vart við, at tey lond, sum ikki eru partur av umhvørvisbindingunum í Kyoto, kunnu ikki fáa somu handilssømdir sum hini.

Orsøkin til at hesar handilsforðingar ikki longu eru settar í verk, er at USA ikki hevur staðfest Kyoto sáttmálan. Men tað kann skjótt broytast, tá ein nýggjur amerikanskur forseti situr í Hvíta Húsinum næsta ár, tá nýggjur sáttmáli skal undirskrivast í Keypmannahavn komandi ár.

- Í Føroyum hava vit bara roynt at lata sum einki og vóna, at hetta gekk yvir. Men jú longur vit eru uttanfyri, jú tyngri verður tað at byrja. Og hetta gongur ikki yvir.

- Heldur føroyska dølskni fram koma vit at svíða bæði samfelgsliga og vinnuliga, tí vit verða útihýst úr tí góða selskabinum, staðfestir stjórin í Umhvørvisstovuni.

Í 2005 bant ES seg til at minka útlátið við átta prosentum, og til nýggju avtaluna í Keypmannahavn komandi ár verður tosað um, at ES skal binda seg til at minka útlátið við 20-30 prosentum, greiðir Jákup Pauli Joensen, stjóri í Umhvørvisstovuni frá.

Føroyska útlátið av veðurlagsgassum hækkaði við 11 prosentum frá 1990 til 2003. Og 1990 er útrokningarstøðið. Tað vil siga, at um Føroyar skulu minka útlátið við átta prosentum, er talan í veruleikanum um minst 19 prosent.

Lesið longri samrøðu í Sosialinum í kvøld