Tilsmans ellivu mans eru í løtuni skuldsettir fyri at hava tikið lut í hópneyðtøku av einari 25 ára gamlari føroyskari kvinnu. Níggju teirra hava sitið fongslaðir um jólini. Hinir tveir og goyma seg fyri løgregluni.
? Teir eru eftirlýstir, og vit leita eftir teimum. Teir verða helst funnir innan stutta tíð, sigur Frode Olsen, kriminalinspektørur á løgreglustøðini á Fredriksberg við Sosialin.
Hann vil ikki gera nakrar beinleiðis viðmerkingar til málið, men váttar at kvinnan er føroysk.
Ikki vandamiklir
Hóast tveir av teimum skuldsettu monnunum enn ganga leysir, og føroyska kvinnan fyri stuttum var um at taka fráboðanina um hópneyðtøkuna aftur av ótta fyri hevndaratsóknum, hevur løgreglan á Fredriksberg ikki valt at verja kvinnuna á annan hátt enn at halda tagnarskyldu um málið.
? Eg meti ikki, at hasir menninir eru vandamiklir, sigur Frode Olsen, kriminalinspetørur, og sipar her til teir báðar menninar, sum løgreglan hevur leitað eftir, síðan rætturin um miðjan desembur avgjørdi, at skuldsettu menninir skulu varðhaldsfongslast.
Annar av monnunum, sum í løtuni goyma seg fyri løgregluni, sigur í Ekstra Blaðnum hósdagin, at kvinnan ikki varð neyðtikin, men sjálv valdi at hava kynsligt samband við ellivu av teimum 27 monnunum, sum vóru savnaðir til jólaborðhald hjá einari handverksfyritøku í Keypmannahavn.
Jólaborðhald
25 ára gamla kvinnan hevur greitt løgregluni frá, at hon hevði verið til eina aðra veitslu og var á veg heim, tá hon kom framvið hølunum, har teir 27 menninir høvdu jólaborðhald. Sambært frágreiðingini hjá kvinnuni, møtti hon tveimum av monnunum á gøtuni uttanfyri veitsluhøli, og tók av, tá teir bjóðaðu henni inn um tvey tíðina leygarnáttina 7. desembur.
Hvat síðan hendi, eru kvinnan og teir ellivu skuldsettu og varðhaldsfongslaðu menninir ósamd um. Kvinnan sigur, at hon varð neyðtikin av fleiri monnum í garðinum uttan fyri veitsluhølið, meðan menninir vilja vera við at kvinnan ikki varð neyðtikin, men hevði havt kynsliga samveru við menninar av egnum vilja.
Løgreglan kannar nú málið út í æsir, millum annað við DNA kanningum, áðrenn møguligar ákærur verða reistar.