Føroysk jól nú og tá

- At eta eina rúgvu av karamellum á jólum hoyrir til føroysku jólini. Tað er nokkso serføroysk, hetta karamellurokið

Hvat eru eini siðbundin føroysk jól, og hvussu eru jólini broytt gjøgnum árini? Hesar spurningarnar hava vit sett fólkalívsfrøðingunum Jóan Paula Joensen og Eyðuni Andreassen. Teir báðir eru samdir um, at nakrar serføroyskar jólasiðvenjur eru millum føroyingar, men teir viðurkenna eisini, at jólini eru í broyting og hava verið tað í fleiri ár

Jólini snúgva seg ikki bara um sjálva jólaaftan, tá mann situr við borðið og etur góðan mat. Fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen vísir á, at tíðin upp undir jólini eisini hevur týdning, tá mann skal tosa um siðvenjur á jólum, og her eru jólafrokostar ein stórur partur av tí.

- Jólaborðhaldið byrjaði av álvara at vinda upp á seg í 70’unum, tá arbeiðspláss byrjaðu at skipa fyri hesum. Nú er tað blivið til eina heila vinnu, og tað eru fleiri fyritøkur og fólk, sum skipa fyri og gera mat til jólaborðhald. Alt hetta er ein partur av jólunum, sum førir fram til tey familieru jólini, sum eru heima við hús. So jólini byrja í tí almenna, men so endar mann heima í tí privata, har jóladagarnir verða hildnir, greiðir Jóan Pauli Joensen frá.

Drekka jól
Annað jóladag loysir mann so upp aftur úr tí privata, tí tá fara nógv út í dans um kvøldið. At drekka og ballast um jóltíðir hevur altíð fastur táttur, men hetta er eisini broytt við tíðini. Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur, greiðir soleiðis frá:

- Fyrr í tíðini var annað jólakvøld eitt stórt kvøld fyri føroyskan dans. Tey ymsu feløgini hava síðstu árini roynt at skipa fyri dansi annað jólakvøld, men ofta kemur ikki so nógv fólk longur, skilji eg á lagnum. Fólk eru kanska ikki liðug at halda jólini heima, sigur Eyðun Andreassen og fortelur víðari um tær sokallaðu jólabygdirnar, sum vóru í hæddini fyri nøkrum árum síðani.

- Fólk fóru til nakrar ávísar bygdir at halda jól og ball annað jólakvøld. Har varð dansað alla náttina í teimum bygdum, har kirkja var. Tí so fóru fólk í kirkju um dagin, og um kvøldið fóru tey at ballast, sigur hann og fortelur víðari.

- Jólini vardu so leingi. Tey blivu roknað heilt til 6. januar, sum jú er 13. dagur. Hetta var alt ein veitslutíð, og øll hendan vikan var ball. At fáa sær jóladrekka hevði øgiliga stóran týdning hjá summum, og tí áttu nógv ein løgg inni at bjóða. Eitt kent niðurlag sigur: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól", sigur Eyðun Andreassen.

Fiskur og dunna
Tað er sera ymiskt, hvussu og hvat føroyingar eta á jólum.

- Fyrr var jólaaftan ikki tað stóra døgurðakvøldið, men nú tey seinastu árini er jólaaftan blivið tann heilt stóri dagurin við góðum mati sum gás ella dunnu. Fyrr var størsti jóladøgurðin jóladag, men hesin dagurin hevur ikki sama leiklut hjá øllum í dag. Nú eta summi bara restir fyrsta jóladag. Men tað er ymiskt, hvussu fólk velja at gera, og hvat fólk eta á jólum. Summi eta ræstan fisk jólaaftan, og so eta tey ein størri jóladøgurða fyrsta jóladag. Annað jóladag kann tað til dømis ofta vera ræst kjøt, fortelur Jóan Pauli Joensen.

Eyðun Andreassen vísir eisini á siðvenjuna við at eta fisk jólaaftan, og hetta hava føroyingar gjørt leingi.

- Fyrr var tað vanligt at fara á flot jólaaftan, um tað viðraði, tí so kundi mann fáa feskan fisk til jólar. Men soleiðis er tað ikki í dag upp á sama máta, hóast fleiri í dag enn eta fisk jólaaftan, sigur Eyðun Andreassen. Hann sigur eisini, at tað hjá summum er vanligt at eta speril jólaaftan, og summi eta tveir rættir um dagin.

Jólatrøll og jólaskip

Eitt eyðkenni við jólunum fyrr var, at mann ansaði eftir ikki at fáa "jólatrøll".

- Um mann var byrjaður uppá okkurt arbeiði, men ikki bleiv liðugur við tað áðrenn jól, so kallaði mann tað fyri jólatrøll. Tað kundi til dømis vera, at ein kona var í holt við at binda eina troyggju, sum hon ikki fekk lidna áðrenn jól; so var troyggjan blivin til jólatrøll, segði mann. Tað var sjálvandi eitt sindur av disciplinering í tí, so fólk kundu gera sítt arbeiði skjótt, fortelur Eyðun Andreassen og leggur aftrat, at tað í dag eru fleiri, sum enn snakka um jólatrøll.

Broytingin við jólum sæst eisini aftur í kirkjugongdini.

- Jólaaftan varð næstan ikki farið í kirkju fyrr. Tá fór mann í kirkju jóladag- og kvøld. Men nú er jólaaftan líka stórur kirkjudagur sum jóladagur, í øllum førum í Havnini, sigur Jóan Pauli Joensen og nevnir eina broyting aftrat:

- Tá eg var smádrongur, vóru nógv av hesum natúrligu stearinljósunum, sum stóðu í ljósastakum á jólum. Men tað sær mann ikki so nógv longur, sigur Jóan Pauli Joensen.

Eyðun Andreassen minnist aftur á tíðina við teimum hugnaligu jólaskipunum.

- Líka upp til 60'ini varð tað gjørt serliga nógv burturúr, tá skipini komu úr útlondunum til Føroya á jólum. Mann kallaði tey jólaskipini. Tey komu við einum jólatræi, sum lýsti ovast í mastrini, og í Havn stóðu hornorkestur á kaiini og blástu jólaløg. Tað var øgiliga festligt, og har var sera góður stemningur. Øll tuskaðu oman á kaiina at hyggja, tá jólaskipið kom. Tað setti ein serligan dám á jólini.

Jólini eru blivin kommersiell

Øll kenna til tað árliga jólagávuresið, tá tað ræður um at finna røttu gávuna til øll tey, mann nú einaferð ynskir at gleða á jólum. Júst hetta er ein stórur partur av jólum, men tað er eisini nakað lutfalsliga nýtt.

- Fyri eini 50-70 árum síðani fekk mann munandi smærri gávur. Nú eru gávurnar blivnar so stórar, og alt fleiri fólk geva hvørjum øðrum gávur, sigur Jóan Pauli Joensen.

Hetta sæst eisini aftur á jólasøluni, sum kann tykjast størri og størri fyri hvørt ár.

- Í mun til fyrr eru jólini í dag meira kommersiell. Tað er ein long fyrireikingartíð, har mann gearar fólk upp móti jólum við at fáa gávur og alt annað. So tað er eitt langt forspæl. Í grannalondunum síggja vit til dømis, at handlarnir byrja at pynta og selja jólakalendarar longu í oktober. Í Føroyum er tað ikki so ringt, men tað kemur meira spakuliga, sigur Jóan Pauli Joensen, og Eyðun Andreassen tekur undir við honum.

- Jólini eru blivin ein pengamaskina fyri handlarnar, sigur Eyðun Andreassen.

Karamellurokið er serføroyskt

Men tað er serliga eitt, ið sermerkir jólini í Føroyum í dag, heldur Jóan Pauli Joensen.

- Tað er eitt øgiligt karamelluát, sigur hann og sipar til eyðkendu Quality Street og Cadbury Roses karamellurnar.

- At eta eina rúgvu av karamellum á jólum hoyrir til føroysku jólini. Mann sær karamellur allastaðni, og mann fær næstan ikki farið inn í eina bensinstøð, uttan at karamellur liggja við kassan. Tað er nokkso serføroysk, hetta karamellurokið, sigur hann.

- Tað er ikki so nógv aðrastaðni upp á sama máta. Tað er nokk komið aftaná kríggið, tá mann sigldi og keypti karamellur í Bretlandi, og so er tað blivið føst siðvenja síðan tá, sigur Jóan Pauli Joensen.