Samstundis við arbeiðið sítt usm gullsmiður, fylgir Leif Erik Niclasen av Argjum sera væl við í tí kreppuni, sum hevur rakt Niger.
Hann hevur tí sett í verk eina innsavning, hvørs endamál er at veita pening til hungursrakt smábørn í Niger.
Hann hevur stovnað kontoir í øllum peningastovnunum, har fólk kunnu lata eina upphædd til hetta endamálið.
Og sum hann tekur til: - Peningurin verður latin víðari, tá trygd er fingin fyri at hann kemur á rætta stað!
Leif Erik sigur, at tá ein sær myndirnar úr Niger so sigur tað tóma og úttrykksfulla andlitsbragdið á børnunum alt.
- Tú ivast ikki eina løtu í, at hesi børnini tey hava tað veruliga so trupult, sum eingin okkara dugir at ímynda sær, sigur hann.
Í mun til okkum, so er tað hjá teimum ein spurningur um lív ella deyða, meðan tað hjá okkum meiri er talan um grenj av ymiskum slagi.
- Í gjár var ein fremmandur maður inni í handlinum hjá mær. Hann helt nógv av hesum vælútbygda landinum, og segði, at Føroyar vóru at meta sum eitt paradís.
- Tað hevur hann so púrasta rætt í. Men spurningurin er so, um vit ikki kunnu lata eitt sindur av øllum hesum til tey, ið einki hava, sigur Leif Erik.
Innsavning hansara umvegis peningastovnarnar varir árið út. Til ber eisini at biðja um sjálvbodna fasta flyting.