Sunnudagin 11. september verður gudstænasta fyri føroyingar í Hirtshals kirkju.
Tað er Marjuní Kálvalíð, prestur, sum prædikar í kirkjuni.
Tað búgvu nógvir føroyingar í Norðurjyllandi og tí verður vænta, at nógv møta upp til eina gudstænastu og sálmar, ið verður hildin av føroyingum.
Presturin í Hirtshals, Barne Hougaard, er fegin um møguleikan, ið føroyingar í økinum nú hava, at hoyra eina gudsænastu á sínum egna máli.
Hetta skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.