Í morgin verður Útnorðurdagur í Norðurlandahúsinum, sum er ein felags dagur fyri føroyingar, íslendingar og grønlendarar. Endamálið er at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, har øll trý londini fáa høvi at markera søgu og mentan sína í útnorði.
Í fjør kom ein mentanaravtala millum Føroyar, Ísland og Grønland í lag, og tá varð avgerð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava vetrarjavndøgur.
Tiltakið er frá 12 til 17 sunnudagin, har tónleikur, filmar, kappingar, matur o.a. verður á skránni.
Her er skráin til Útnorðurdagin
Bæði stór smá kunnu luttaka og vera við til at lita grønlendskar myndir. Hetta er samstarv við Landsbókasavnið í Grønlandi. Eisini verður møguleiki at klippa og líma íslendsk orð og orðafelli.
Set teg niður í tann hugnaliga lesikrókin og droym teg burtur við søgum um Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl hjá Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler.
Spurnarkapping - Her kanst tú royna tína paratvitan um Grønland, Ísland og Føroyar. Hvussu nógv vita vit veruliga um okkara grannar? Góðir vinningar til alla familjuna.
Allan dagin verður útnorðurtónleikur at hoyra, sum Ragnar A. Jakobsen sett saman
Vit vísa náttúrufilmar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Lat teg rúnarbinda av okkara vøkru fjøllum, firðum, havi, fuglum, bøum, gosfjøllum og djóralívi.
Fylg við á sosialu miðlunum at síggja, hvat hendir, luttaka í kappingum og fáa serliga tilboð.
Klokkan 16.00 verður konsert við Føroya Symfoniorkestri har íslendski klaverleikarin Vikingur Ólafsson er solistur. The framføra klaverkonsertina hjá Grieg og Tjajkovskij symfoni nr 5., og Bernharður Wilkinson stjórnar.