MicroDrop Aqua væntar altjóða gjøgnumbrot um stutta tíð við nýggjari tøkni, ið betrar og minkar munandi um kostnaðin á vatnreinsing Slóðbrótandi tøkni til sóttreinsan og aðra viðgerð av vatni, sum uppfinnarin Finn Lebech hevur ment í samstarvi við eitt nú føroyskar íleggjarar, fær viðurkenning í Danmark.
Tað er greitt, nú fyritøkan MicroDrop Aqua er útnevnd til ársins fyritøku í Høje-Taastrup kommunu, har Michael Zigler, borgarstjóri, í gjár handaði heiðurslønina á umhvørvisráðstevnu.
Høje-Taastrup kommuna er ein av 45 sonevndum ?klimakommunum? í Danmark. Ein kommuna kann nevna seg klimakommuna, tá hon hevur bundið seg til at minka CO2-útlátið við 2% um árið fram til 2013 ? eitt tiltak, sum hevur samband við stóru veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn seinni í ár.
Í Høje-Taastrup virka nógvar stórfyritøkur og stovnar, teirra millum Teknologisk Institut og Patent- og Varemærkestyrelsen.
Í grundgevingini fyri at útnevna MicroDrop Aqua til ársins fyritøku, leggur kommunan dent á vatnveitingarloysnir við orkusparing, sum kann vera heili 90-95% í mun til aðrar loysnir, og víst verður eisini á teir stóru møguleikar, sum MicroDrop Aqua hevur at gera seg galdandi á heimsmarknaðinum við reintøkniloysnum.
- Hetta er ein stórur heiður fyri MicroDrop Aqua og uppfinnaran Finn Lebech, sigur Súni á Dalbø, nevndarformaður í MicroDrop Aqua.
Hann upplýsir, at felagið í løtuni fyrireikar seg til luttøku á fleiri altjóða handsilsstevnum innan vatnviðgerð, eitt nú í Eysturevropa og Miðeystri.
Nevndarformaðurin fegnast eisini um eitt annað herðaklapp, sum vit fara at venda aftur til í øðrum greinastubba.