Í næstum verður ein bók útgivin, har nógv umrøddi bankastjórin, Jørn Astrup Hansen, er høvuðspersónur. Tí í 26. november verður Norðurlandahúsið karmur um bókaframløgu av bókini eftir Páll Holm Johannesen.
- Jørn Astrup Hansen er bæði virdur og umstríddur í Føroyum. Tann bersøgni bankastjórin úr Danmark kloyvir ta føroysku fjøldina. Nógv halda hann hava gjørt stóran mun, onnur halda lítið um hann. Men eitt er kortini vist: Jørn Astrup Hansen hevur havt ein týðandi leiklut í nýggjari føroyskari søgu. Seinastu fýra árini hevur Páll Holm Johannesen við jøvnum millumbili gjørt samrøður við Jørn Astrup Hansen. Samrøðurnar eru bulurin í nýggjari bók um tíðina hjá danska bankastjóranum í Føroyum. Tilfarið í bókini fevnir um tíðarskeiðið frá 1992 til 2017, tá ið TAKS gjørdi úrskurð í tí nógv umrødda skattamálinum hjá Eik Banka, skriva fyrireikararnir á Facebook síðuni her
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld, er stór samrøða við Jørn Astrup Hansen og somuleiðis brot úr bókini, sum er ávegis á føroyska marknaðin.