- Var eg eitt fjols? Absolutt. Havi eg gjørt nakað skeivt? Ja. Var hetta ætlanin? Als ikki, segði føroyingurin, tá hann fekk seinasta orðið í rættarmálinum.
Les eisini Ákærurnar eru víðkaðar
Hann greiddi frá, at møguliga mátti hann kent kvinnuna aftur á myndunum ella skilt, at hetta vóru hennara egnu myndir, men tað gjørdi hann ikki.
- Eg væntaði, at hon dugdi at skilja millum fantasi og veruleika, greiddi maðurin frá.
Les eisini krevur fimm ára fongsulsrevsing
Hann hevur, líka síðani hann bleiv varðhaldsfongslaður í oktobur hildið fast við, at frá hansara síðu var talan bara um íspunnar søgur og falskar myndir.
Les eisini Hetta er mismunur móti monnum
42 ára gamli føroyingurin hevur nú sitið varðhaldsfongslaður síðani 16. oktobur, tá hann bleiv handtikin í Kastrup. Hann er ákærdur fyri at hava eggjað eini javnaldrandi kvinnu at gera seg kynsliga inn á pápa, dóttur og son hennara.
Meiri verður at frætta frá málinum beint eftir klokkan 13.