Hálvi føroyingurin, Rebekka Ziska Dahl, ið hevur pápa úr Klaksvík, vann um vikuskiftið gull til World Games kappingina í ju-jitsu fyri íðkarar undir 55 kilo. World Games er kapping fyri ítróttargreinar, ið ikki luttaka til OL.
Og 20 ára gamli føroyski íðkarin hevur ein greiðan málsetning til framtíðina. Hon ætlar sær nevniliga at gerast heimsmeistari í ju-jitsu. Í samrøðu við dr.dk, sigur Rebekka Ziska Dahl, at hon ætlar sær gull heiðursmerki til HM-kappingina, sum verður seinast í november.
- Tað skal meira til enn bronsa hjá mær til HM hesaferð, sigur hon, vísandi til, at hon til HM í 2015 og 2016 hevur vunnið bronsu. Nú hopi eg so inniliga at vinna gull, og líka síðani eg var 10 ára gomul, havi eg havt tað málið, sigur Rebekka Ziska Dahl við heimasíðuna hjá DR.
HM í ju-jitsu verður hildið seinni í ár í Kolumbia. Tað byrjar seinast í november, og endar fyrst í december.