Tað var ein stór løta, tá Ronni á Krákusteini slapp at handa Steven Gerrard Carlsberg-steypið sum dagsins leikara í dystinum móti Arsenal á Anfield. - Tað ber ikki til at vera í Liverpool og ikki fara til dyst á Anfield Road.
Tað sigur Liverpool fjepparin, Ronni á Krákusteini, sum í sambandi við familjuvitjan í Liverpool slapp til premierudystin í ár millum Liverpool og Arsenal.
- Umvegis Poul Hansen heilsølu fingu vit atgongumerki í Carlsberg Lounge, og tað viðførdi, at vit ? eini 60-70 fólk ? sluppu at velja okkara egna Man of the Match, sum eftir dystin kom at heilsa upp á okkum, sigur Ronni á Krákusteini.
Sum vera man valdu fólkini í Carlsberg Lounge Steven Gerrard til dagsins leikara, og hann kom eisini at heilsa upp á.
- Alan Kennedy var vertur, og knappliga rópti hann upp mítt navn sum tann, ið skuldi handa Gerrard steypið. Eg hugdi rundan um meg eina góða løtu at síggja, hvør hin hepni var, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at tað var mítt navn, hann rópti, sigur Ronni á Krákusteini.
Tað var ein stoltur og rørdur havnardrongur, sum stillaði upp til myndatøku saman við heimsstjørnuni.
Alt føroyska ferðalagið, ið taldi átta, fingu autograf frá Steven Gerrard, og Ronni á Krákusteini var ikki í iva:
- Hetta var størsti daguin í lívi mínum!