Á málstrikuni. Tað er fyrsta viðmerkingin hjá Ósbjørn Jacobsen, tá vit spyrja hann um úrslitið av arkitektakappingini.
- Tíverri vunnu vit ikki. Vit hava bara fingið at vita, at vit vóru við til allar síðst. Tað stóð millum tvey uppskot, og harav var tað eina okkara, men teir valdu so hitt uppskotið fram um okkara. Vit hoyrdu, at vit vórðu innstillaðir av sjálvum tí Fakliga Ráðnum, tað vil siga arkitektar og planleggjarar, men í sjálvari tí prosessini skulu teir hava politiskan stuðul, og har vórðu vit so sílaðir frá, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Fimm uppskot vóru við, tá endalig avgerð skuldi takast um vinnaran. Ósbjørn Jacobsen hevur teknað uppskotið saman við tveimum øðrum frá Henning Larsens Tegnestue. Heilar 130 teknistovur vóru við frá byrjan, men hetta talið varð sílað niður á fimm tær bestu, og harímllum var teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen.
Sjálvt um Henning Larsens Tegnestue ikki vann kappingina, so segði Ósbjørn, áðrenn úrslitið varð kunngjørt, at royndirnar telja nógv.
- Eg havi verið við í fleiri øðrum stórum kappingum fyrr og veit av royndum, at um man ikki vinnur, so hendir lítið og einki annað enn at man fer víðari til næstu verkætlan nakrar royndir ríkari, segði Ósbjørn við Sosialin tann 22. mai, fimm dagar undan kunngerðini av vinnaranum.
- Vit lógu væl við, og tað ljóðaði sum um, at fakligt innstillaðu teir okkum. Men tá alt varð tikið við, og politikararnir vórðu tiknir inn í tað, tá valdu teir eitt annað projekt, sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur.










