Í hjartanum í Havn liggur ein heilt serlig perla, har føroyskar hendur framleiða alt møguligt til ta søtu tonnina. Staðið eitur Gómagott. Hetta er kaffistovan, sum veruliga hevur givið Steinatúni nýtt lív og nýggjan samleika, síðan virksemið flutti inn í gamla bankabygningin í november 2016.
Føroyska sjokulátumentanin hevur av álvara vundið uppá seg síðan tá.
- Tað eru ikki øll, sum halda, at eitt Twix er sakin longur. Fólk vilja heldur njóta eitt lítið og gott petti av onkrum, sum smakkar av meira, sigur Kirstin Hammer, sum saman við manni sínum Høgna Hammer eigur og rekur fólkakæru kaffistovuna og sjokulátuframleiðsluna.
Gómagott brúkar so nógvar føroyskar rávørur sum gjørligt og gongur ikki uppá kompromis við góðskuna.
- Vit kundu saktans keypt okkum til nógv bíligari rávørur uttanlands, og vit kundu eisini brúkt ymisk haldførisevni, tí so høvdu vit spart tilfar, tíð og arbeiðsmegi. Men tað er ikki ordiliga ein partur av okkara konsepti, og tað tíma vit ikki, sigur Høgni Hammer.
Les longri samrøðu við Gómagott eigararnar í Vinnublaðnum, sum er komið út saman við Vikuskiftis Sosialinum kring alt landið.