Føroyingarnir høvdu gott kvøld í Danmark

Jónas Tór Næs var við til at koppa oddaliðnum úr Randers, og Andrew av Fløtum legði upp til mál í sigrinum hjá Fremad Amager, tá ið dystir vóru í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjárkvøldið


Tað gekk væl hjá føroysku fótbóltsspælarunum í næstbestu donsku deildini í gjárkvøldið. Frem, Fremad Amager og Lyngby, sum øll hava føroysk umboð á liðnum, spældu øll dystir, og tvey av teimum vunnu. Triðja liðið spældi javnleik.
Frem hevur staðið seg munandi betri, enn tey flestu høvdu roknað við, at tá ið seinna hálva av donsku 1. deild byrjaði aftur í mars. Liðið misti nógvar stuðulsspælarar í vetur, og tí roknaðu tey flestu við, at liðið fór at stríðast í botninum.
Men soleiðis hevur als ikki verið. Frem hevur vunnið fleiri dystir, og í gjárkvøldið koppaðu teir oddaliðnum úr Randers.
Jónas Tór Næs spældi sum vant á høgra bakki, og hann var við allar 90 minuttir av dystinum, sum Frem vann 2-0.
 
Andrew spældi væl
Fremad Amager spældi á heimavølli ímóti Brabrand, og tað eydnaðist teimum av Amager at vinna dystin 2-1.
Andrew av Fløtum byrjaði dystin sum ein av trimum álopsspælarum, og hann var við í nógvum hjá Fremad Amager. Andrew hevði onkra góða roynd, og hann legði upp til fyrra málið hjá Fremad Amager. Beint fyri leiklok var hann skiftur út, tá ið heimaliðið vildi hava tíðina at ganga.
Thomas Christensen skoraði bæði málini hjá Fremad Amager.
Fremad Amager liggur nú sum nummar 7 í donsku 1. deild, men vónin um uppflyting er ógvuliga lítil, nú kappingin nærkast endanum.
 
Lyngby hongur í
Christian Lamhauge Holst, sum hevur føroysk ættarbond og hevur spælt ein landsdyst fyri Føroyar, var við í allar 90 minuttirnar, tá ið Lyngby spældi á heimavølli ímóti Fredericia. Tað var ein strika í rokningina, at Lyngby ikki vann dystin. Høvdu teir megnað tað, lógu teir lið um lið við Vejle á uppflytingarplássinum.
Men tað kundi enda við tapi hjá Lyngby. Fredericia var á odda 2-0, tá ið tað manglaði ein hálvur tími av dystinum. Tað eydnaðist tó Lyngby at skora tvær ferðir og harvið fáa eitt stig burtur úr dystinum. Christian Lamhauge Holst var ágrýtin í álopinum, men hann skoraði ikki hesaferð.
Lyngby liggur ávíkavist trý og fýra stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini í deildini, men Lyngby hevur ein dyst til góðar, so møguleikin fyri uppflyting til superliguna er avgjørt til staðar.