Ein lítil steðgur upp á nakrar vikur hevur verið í bestu svensku fótbóltsdeildini, ið nevnist Allsvenskan.
Tíðliga seinnapartin spældi liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm dyst á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum móti søguríka liðnum, IFK Göteborg, ið tó ikki hevur víst somu styrki í hesari øldini, sum teir høvdu í hinari øldini.
AIK Stockholm vann ein greiðan 3-0 sigur á IFK Göteborg, ið hevði bóltin meira, men hevði onga roynd innanfyri málrammurnar hjá AIK.
Filip Benkovic legði AIK á odda, tá ein hálvur tími var leiktur. Beint undan steðginum økti bert 16 ára gamli Kevin Filling til 2-0. Í 61. minutti staðfesti Johan Hove sigurin.
AIK er triðfremst í deildini við 29 stigum. AIK er bert eitt stig aftanfyri Mjällby og Hammarby, ið hava 30 stig hvør.
Komandi leygardag hevur AIK dyst á útivølli móti Halmstad, ið er triðaftast í deildini við 13 stigum.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum AIK Stockholm-IFK Göteborg:
##med2##










