Føroyingar vardu seg longst móti ILA

Í Sosialinum 27. apríl stendur dagsins meining undir yvirskriftini "Ein nátturugøla og føroysk líkasæla".

 

Hans Jacobsen, form. Føroya Havbúnaðarfelag



Í Sosialinum 27. apríl stendur dagsins meining undir yvirskriftini "Ein nátturugøla og føroysk líkasæla".

Vanliga geri eg ikki viðmerkingar til blaðgreinar, tí sum oftast verður tað bert orð móti orði og mangan endar hetta á lágum støði, sum ikki tænir nøkrum endamáli.

Í hesum føri kenni eg tað sum mína skildu sum formaður fyri Føroya Havbúnaðarfelag at gera nakrar viðmerkingar ril greinina. Nú veit eg ikki hvør í hesum føri hevur ført pennin í dagsins meining, eg havi ilt við at trúgva at tað er blaðstjórin, hann kenni eg bara sum ein skilagóðan mann, og ein blaðstjóra við ábyrgd. Men líkamikið, so er tað blaðstjórin, sum hevur ábyrgd av blaðnum, og ikki minst leiðaranum, og hesin leiðarin er sera einstáttaður og negativur.

ILA var fyrstu ferð ávíst í 1984 á einum smoltbrúki á Bremnes í Hordalandi. ILA breiddi seg sera skjótt í Noregi og í 1990 blivu staðfest 90 ILA sjúk alibrúk framvið so at siga allari norsku strondini. Í 1991 vóru 141 norsk alibrúk avbyrgd vegna ILA sjúkuni. Árini frá 1991 og fram til 1996 var rættuliga friðaligt viðvíkjandi ILA, men so mentist ILA sjúkan aftur soleiðis at í 1997 vóru 7 útbrot og í 1998 13. Í 1997 bleiv ILA staðfest í Kanada og í 1998 var ILA funnin bæði í alibrúkum í Hetlandi og Skotlandi har sjúkan gjørdi nógv um seg.

? 1. november 2000 stóð at lesa í Intrafish:

Vaksinert mot ILA og PD om to-tre år: ILA, pancreas desease og lakselus vil om få år være en saga blott når vaksinert mot sykdommen er ferdig utviklet. - Vi venter å se enkelte av slike vaksiner på markedet om to til tre år, sa forskningssjef Odd Magne Rødseth på Fiskeridirektoratets og Havforskningsinstituttets jubileumskonfernase. Det finnes allerede en vaksine mot ILA som er til utprøvning i Canada, men denne er ikke så god som de kommende vaksinene vil være, skriver Norsk Fiskeoppdrett.

? 9. januar 2001 stóð at lesa í Intrafish: "ILA-slakting av 350 tonn i sør: Utbrudd av laksesjukdommen ILA gjør at all laks (350 tonn) hos Skartveit Fisk på Halsnoy i Ryfylke i Rogaland skal slaktes i dag. Fylkesveterinæren har bestemt at slaktingen skal starte tirsdag. Ingenandre anlegg ser foreløpig ut til at ha fått smitten, men veterinæren vil foreta hyppige kontroller i nabo-anlegg.

? 20. marts 2001 stóð at lesa í Intrafish um ILA í USA: .. flere oppdrettsanlegg i Maine, USA

? 23. marts 2001 stóð at lesa í Intrafish: Fremskritt i ILA-forskning. Nye fremskritt er gjort i forskning på ILA- viruset. Nå har forskerne klart å identifisere proteinet på viruset og sitter også med alle gen-segmentene til viruset. Dette gjør veien til en ILA-vaksine kort

? 27. apríl 2001 stóð aftur at lesa í Intrafish:

ILA funnet i Maine, USA: tredje anlegget der ILA er påvist, bare siden januar? anleggene ligger bare få kilometer fra hverandre i Cobscook Bay.

Tað ber ikki til at siga við vissu á hvønn hátt smittan er komin til Føroyar. Tað kann vera villfiskur ella útsloppin alifiskur, lús og fuglur kunnu eisini hava smittuna við sær. Spurningurin um hvussu vit best fyribyrgja at slíkar sjúkur koma inn á okkara aliøkir er jú altíð sera áhugaverdur.

At ein brunnbátur er komin úr Hetlandi "við sjúkuni" sum greinin sipar til, er mær púra ókent. Tá ILA tók seg upp í Fuglafirði var nakað av tosi um báturin sum flutti fóður frá Havsbrún til Hetland. Eisini var nevnt tey skip, sum landa sild og makrel til Havsbrún sum møguliga hava pumpa sjógv úr tang-unum á fjørðin.

Alt hetta eru gitingar, tað sum stendur eftir er, at ILA er komin; men vit kláraðu í hvussu er at verða hana fyriuttan longri enn tær stóru alitjóðirnar uttan um okkum.

Hvørt tað er gjørligt at umganga hesa virussjúkuna í føroyskari aling er ilt at meta um. Staðfestast má í hvussu so er, at sjúkan hevur rakt allar aðrar alitjóðir, og at hesar hava valt eina strategi, har tær leggja dent á sjúkraverju við ymsum tiltøkum so sum generatiónsskilnaði, passandi fjarstøðu millum alibrúkini og skilagóðari aling við atliti til sjúkraspreiðing á ymsan annan hátt.

At so leiðarin við einum ósakligum málburði dregur uppí málið súrløguna sum stavar frá slógnum av alifiskinum í Fuglafirði og sum stendur í tangum við gamla Leirvíksvegin vísir tað sera lítlu virðing Sosialurin hevur fyri alivinnuni.

Fyri 1 1/2 ári síðan tók alivinnan stig til at gera eina tilbúgvingarskipan. Hetta var _ ár áðrenn ILA sjúkan kom. Hetta arbeiði verður liðugt í summar. Í hesi skipan verða fyribyrgjandi tiltøk sett í verk eins og mannagongdir í samband við sjúkraútbrot.

Alivinnan arbeiðir eisini við spurninginum um slógvið frá alifiski, tá sjúka er staðfest. Í slíkum føri er neyðugt at hitaviðgera slógvið og deyða fiskin sambært ES-krøvum. Í hesum sambandi kann tó nevnast, at hvørki í Noregi ella Skotlandi hevur hetta verið neyðugt, teir nýta súrløguna beinleiðis í fóðurframleiðsluni til ferføttu krýatúrini. Tað sýnist her, sum ES hevur sett strangari krøv móti føroyskari alivinnu enn síni egnu og norskari. Tað er m.a. av hesi orsøk at súrløga stendur í tangum á Leirvíksvegnum tí ikki slepst av við slógvi fyrr enn viðgerðin er farin fram ella tað er brent á brennistøð.

Tað kundu verið ymiskt annað at nevnt; men ætlanin er ikki at fara út í nakað politiskt blaðkjak. Tað er eingin í alivinnuni, sum roknaði við at vit sluppu undan teim sjúkum, sum eru rundanum okkum Hinvegin halda vit at vit hava verið á varðhaldi og alivinnan her á landi er í flestu førum á hædd við kappingarneytarnar - eisini tá tað snýr seg um fyribyrging og mannagongdir við sjúkum. Tá ið ein nýggj sjúka kemur á okkum, so er tað ikki so løgi at tað rakar hart í byrjaninni; men so hvørt læra vit eisini at virka undir teim umstøðunum og vinna á trupulleikunum.