Tað er ikki bara í Føroyum, at val er í dag. Forsetaval er í USA og allur heimurin bíðar við spenningi eftir úrslitinum.
Fleiri føroyingar búgva í USA, og hava vit sett nøkrum teirra nakrar spurningar um hvussu tey uppliva valstríðið.
Navn: Pætur í Skemmuni
Hvar í USA býrt tú: Montclair, New Jersey (14 míl frá NYC)
Hvussu hevur valstríðið verið har tú ert?
- Vit hava ikki merkt nógv til valstríðið her annað enn tað, ið sæst og hoyrist í fjølmiðlunum og á sosialu miðlunum. Í gerandisdegnum verður ikki tosað nógv um valið, uttan so at okkurt heilt serligt er hent. Hetta er ikki tí, at tey ikki eru áhugaði, men tí at tey eru fló um valevnini.
- Á arbeiðsplássinum er tað næstan helvt um helvt hvønn valt verður. Tey, ið velja Trump velja hann tí tey hata Clinton. "The lesser of two evils" siga tey. Hetta er eisini satt fyri tey ið velja Clinton. Eg veit eisini um fleiri. sum ikki fara at velja. tí hvørgin er verdur at velja.
Verður nógv gjørt burturúr?
Í Montclair eru ikki "rallies" ella mótmælisgongur. Montclair er uml. 75% Demokratar so her er ikki tørvur at reka stórt valstríð tí demokratarnir vinna altíð stórt.
Hvussu upplivir tú munin millum eitt amerikanskt og føroyskt valstríð?
Størsti munurin er tann harði tónin og fjølmiðlarnir. Her er einki mark fyri hvussu ósakligt og persónlig álopini eru. Hetta er keðiligt og flytur fokus frá tí, ið veruliga hevur týdning. Í Føroyum finnast vit ofta at fjølmiðlunum tí vit ikki halda teir eru óheftir. Men í USA er fjølmiðla-óheftni ein býur í Langtbortistan. Alt er privat, pengar skulu tjenast og spunamaskinan koyrir 24/7. Hóast man veit alt hetta, er tað torført at ikki blíva ávirkaður av øllum tíðindunum - sonn ella ósonn.
Kunnu føroyingar og amerikansrar læra nakað av hvørjum øðrum?
Haldi at amerikanarar eru sera engageraðir í valstríðnum. Tey ganga hurð til hurð við reklamum, hava kjakfundir o. a. Haldi at tað hevði verið stuttligt um føroyingar vóru meira engagera á henda hátt og ikki bara deila eitt Facebook post her og der.
- Amerikanarar kunnu eisini læra nógv. Eitt nú fólkaskikk og siðligheit. Men tað mest umráðandi er sjálv vatilgongdin. Ein atkvøða átti talt sum eitt líka mikið hvørjum stati ein býr í. Hetta við valmonnum og winner-takes-it-all er sera ódemokratiskt.
Hvør metir tú vinnur valið?
Eg rokni við at tað verður tætt, men at Clinton vinnur.