Føroyskt-hetlendskt samstarv
Hetlendingar eru sera spentir upp á nýggja kaðalin, sum Føroya Tele fer at leggja ímillum Føroyar, Hetland og Skotland komandi ár og sum er umrøddur longur niðri á Portalinum.
Tí keypa hetlendingar seg inn á kaðalin, fer tað at geva teimum munandi betri internetsamband enn teir hava nú.
Hetlendingar hava bara Internet um radiosamband, men koma teir upp í nýggja kaðalin, fer tað at geva teimum munandi skjótari og tryggari samband.
Og nú fylgja teir sera væl vil gongdini í málinum, skrivaði Shetland News herfyri.
Ein talsmaður fyri hetlendska menningargrunnin, sigur, at tað hevði frøtt teir, kundi Føroya Tele givið teimum betri samskiftismøguleikar.
- Tað hevði verið eitt risafet framá hjá hetlendingum. Tí hava vit ikki líka gott samband sum Bretland annars, verða vit afturúrsigld, sigur hann.
Og hetlendski løgmaðurin, býðjur eisini Føroya Tele at vera vælkomnum.
Hetta eru sanniliga góð tíðindi, sigur hann við Shetland News.










