Føroyingar lata Eysturafrika 150.000 krónur í neyðhjálp

Uttanríkisráðið hevur nú avgjørt at lata 150.000 krónur í neyðhjálp til Eysturafrika í sambandi við at ringasti turkurin í 60 ár hevur rakt økið.

Mett verður, at eini 10 milliónir fólk eru rakt av turkinum og tað eru serliga Somalia, Kenja og Etiopia, ið eru hart rakt.

ST hevur heitt á heimssamfelagið um at veita bráðfeingishjálp til hungursraktu økini sum skjótast fyri at fyribyrgja, at hungursvanlukkan versnar.

Verður hjálp veitt beinanvegin við vatni og mati, ber til at fyribyrgja stórar flóttafólkastreymar, ið bæði gera støðuna hjá flóttarfólkunum sjálvum verri, umframt at tað leggur hart trýst á grannaøkini.

Bráðfeingishjálpin úr Føroyum verður latin umvegis Reyða Kross Føroyum.

Altjóða Reyði Krossur er í økinum við vatni og aðrari neyðhjálp, samstundis sum felagsskapurin arbeiðir við meira langskygdum ætlanum fyri økið.