At allir føringar sótu so spentir frammanfyri skíggjanum og fylgdu við, hvussu tað gekst Pæturi við Keldu, er besta dømi um, at vit eru eitt fólk. Ein tjóð við einari felags mentan.
Persónliga dámar mær sera væl tónleikin hjá Pæturi við Keldu. Tað havi eg altíð gjørt. Líka frá fløguni Tiðnu yvir Simplicity fløguna, og so til hetta Grand Prix Lagið.
Hann dugir tað sum er fyritreytin fyri at gera góðan tónleik. At reindyrka tað einfalda. Tað melodiøsa. Tær reinu og einfaldu strofurnar. Onki fjas, og ongin larmur.
Tað eru tað fá sum megna. Og fyritreytin fyri at gera tað, er, at tú hevur ein íbornan musikalitet. Ikki ein tillærdan. At tú skilir tónleikin. Haldi eg.
Tað kildi í kroppinum tá ið eg hoyrdi lagið fyrstu ferð. Tað er sjáldan. Men tá er lagið gott. Sera gott.Eitt satt upplivilsi.
Hevði hann havt eitt lítið sindur meira av ferð á lagnum ? tað kundi hann gott.- so vann hann.
Skal henda Grand Prix luttøkan vera byrjanin til eina framtíð innan tónleikin á danska marknaðinum, so má maðurin fáa sær eitt listarligt navn. Umseta sítt navn, ella finna eitt navn sum er lættari at siga. Tað kann vera trupult. Kann tykjast sum at pilka við persónsmenskuna. Men tað er neyðugt.
Skuldi føringar valt ímillum ein Mikkjal og ein Abdullah Osama bin Laden, so valdu teir ivaleyst Mikkjal. Teir høvdu kent seg at havt meira til felags við Mikkjal.
Soleiðis er veruleikin tíverri, um hann kann tykjast órættvísur viðhvørt.