Leygardagin 26. Mai, klokkan 14 verður stór kappróðrastevna í Norðhavnini í Keypmannahavn.
Tað er róðrafelagið Tvørábáturin, sum skipar fyri.
Tad verður róð við føroyskum bátum, som koma ú Keypmannahavn, Ishøj, Hvidovre , Sorø, Odense og fyri fyrstu ferð eisini við einari manning av Tvøroyri.
Tað verður Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum er á myndini, ið setir stevnuna. '
Áhoyrararnir fáa eisini høvi til at hoyra harmonikuspælararnar Tór Johannesen og Asbjørn Strøm og dansur verður við við Eyðuni Nolsøe, Kim Hansen og Johannus á Rógvi.