Føroyingar kanna møguleikan at fara undir aling í Íslandi



Føroyska alivirkið, Vestsalmon, kannar nú møguleikarnar fyri at fara undir aling í Íslandi. Kemur tað so langt, fara vit at byrja varisliga, sigur Frímund Hansen

 

Vinnulív


Tað eru ikki bara útlendingar, sum eru áhugaðir í at sleppa uppí alivinnuna í Føroyum. Tað gongur eisini hinvegin, tí nú eru føroyingar eisini blivnir áhugaðir fyri at fara undir aling uttanlands.

Tað er ein av allarstørstu alivirkjunum í Føroyum, Vestsalmon, sum nú er farið at kanna møguleikarnar at fara undir aling uttanlands.

Vestsalmon hevur fyribils vent eyguni ímóti Íslandi og er farið at kanna møguleikarnar fyri at sleppa upp í alivinnuna í grannalandinum fyri vestan.

Frímund Hansen á Vestsalmon váttar, at teir eru farnir at hyggja út um landoddarnar og at Ísland er tað landið, sum teir í fyrstu syftu hugsa um.

Men hann leggur dent á, at fyribils er alt á kanningarstøði og at enn er onki avgjørt.

Hann sigur, at umboð fyri Vestsalmon hava verið eina kanningarferð í Íslandi, har teir hava hugt at umstøðunum.

Fyribils er tað Seyðisfjørður, sum teir eru mest áhugaðir í.

? Har er ferðasambandi í lagi við tað, at Norrøna siglur hagar, so tað er nærliggjandi at kanna møguleikarnar har fyrst. Men sjálvandi eru eisini aðrir møguleikar, sigur Frímund Hansen.

Men hann sigur, at enn er langt eftir á mál, áðrenn nøkur aling verður tikin upp, um tað yvirhøvur kemur so langt.

? Tað eru nógvir spurningar eftir at loysa. Vit kenna ikki íslendska lógarverkið á økinum. Eitt nú vita vit ikki, um teir hava avmarkingar fyri útlendskari luttøku í alivinnuni, eins og føroyingar hava, ella ikki. Og eru slíkar reglur, vita vit ikki, hvussu strangar tær eru. Vit vita heldur ikki, hvussu umstøðurnar eru við algum, ella við rekandi ísi, o.s.fr.

? Vit vita heldur ikki, hvussu er vorðið við smolti.

Hann sigur, at kemur tað so langt, skuldu teir helst kunna fingið smolt úr Íslandi fyri at sleppa undan vandanum fyri at draga óynsktar sjúkur til Íslands við smoltum uttaneftir.

?Men vit vita heldur ikki, um tað yvirhøvur ber til at fáa smolt úr Íslandi.

Hann vísir eisini á, umstøðurnar at ala eru øðrvísi í Íslandi enn tær eru í Føroyum. Eitt nú er sjógvurin kaldari. Alingin, sum hevur verið har yviri, hevur ikki gingið so vælø So alt í alt eru tað nógvir spurningar at kanna til botns, áðrenn nøkur aling kemur uppá tal.

Annars heldur hann, at onnur viðurskifti eru í lagi á Seyðisfjørðinum, eitt nú landslag, dýpdir, ferðasamband o.s.fr.


Byrja varisliga

Norska blaðið Fiskaren endurgav nú um dagarnar íslendskt sjónvarp fyri at siga, at ætlanin var var gera eina alistøð í Seyðisfirði, har tað skulu alast ímillum 4.000 og 8.000 tons av laksi um árið.

? Tað er onki hald í tí hesum tíðindunum. Kemur tað so langt, at vit taka aling upp í Íslandi, verður tað byrjað við størsta varsemi, sigur Frímund Hansen.

Hóast hann er varin, dylir hann ikki fyri, at hetta kundi verið ein møguleiki at ment og styrkt Vestsalmon og at givið virkinum eitt bein afturat at staði á.

? Tað skerst ikki burtur, at møguleikarnir í Føroyum eru avmarkaðir. Fyri tað fyrsta er landið so lítið, at tað er mark fyri, hvussu nógvari aling tað er pláss fyri. Samstundis hevur løgtingið avmarkað møguleikarnar hjá alivirkjum at menna seg. Hann hugsar m.a. um regluna um, at útlendingar kunnu ikki eiga meiri enn 33% av einum føroyskum alivirki. Hann hugsar eisini um regluna um regluna, sum ætlanin er at seta í verk, um, at onki einstakt virki kann ikki eiga meiri enn 20% av samlaðu alingini í Føroyum.