Tíðindaskriv er sent út frá Skandinavisku Barnamissiónini, har tey vísa sítt takksemi til føroyingar fyri hjálpina.
? Tit føroyingar munnu vera verðins gávumildasta fólkaslag, sigur Bo Wallenberg í tíðindaskrivinum.
Hann vísir á, at tað komu umleið 350.000 svenskar krónur inn í Svøríki, meðan tað komu góðar 320.000 krónur inn úr Føroyum.
Tá Skandinaviska Barnamissiónin gjørdi av at fara til Føroyar við hesum tiltakinum, varð sagt í Aftonblaðnum, at tað var burturspilt tíð at fara til Føroyar, tí her búgva bara góð 40.000 fólk, og tí ikki nógvir pengar at heinta. Men tey orðini hava føroyingar so sanniliga gjørt til skammar, tí tað komu sum sagt yvir 300.000 krónur inn bara úr Føroyum.
Tiltakið, sum var her í Føroyum fyri hálvum ári síðani, varð skipað soleiðis, at tað komu fýra kendir operasangarar úr Ukraina til Føroya at halda fýra konsertir í landinum, har fólk so kundu fara at lurta og lata eina peningagávu.
Eva bleiv so løgd undir skurð, og alt gekk væl. Men tveir dagar aftaná brast hjartavevnaðurin hjá henni, og hon bløddi illa. Hetta longdi um uppihaldið hjá Evu á sjúkrahúsinum við hálvum ári. Í hesum tíðarskeiðinum var hon í lívsvanda, og ongin visti, um hon fór at megna tað. Tilsamans fekk hon umleið 40 litrar av blóði, og fyri bert einum mánaði síðani vóru læknarnir tilreiðar at geva upp, og Eva skuldi fara heim at siga familju sínari farvæl.
Bo Wallenberg sigur, at tey vóru mong, sum bóðu fyri lívinum hjá Evu, og at Harrin bønhoyrdi tey í hesum sváru tíðunum. Tí í dag er Eva heilt frísk, og hon slapp heim til Ukraina 1. mai.
? Hetta hevur verið ein ómetaliga torfør tíð hjá Evu og ommu hennara. Men kærleikin frá menniskjunum í Norðanlondunum hevur hjálpt teimum væl. Tað eru komin nógv brøv og nógvar heilsanir úr Føroyum til sjúkrahúsið, og Eva strálaði av lukku hvørja ferð, sigur Bo Wallenberg.
Hann leggur at enda afturat, at viðgerðin hjá Evu bleiv nógv dýrari enn ætlað, men hann staðfestir við miklari gleði, at tann peningurin, sum tørvur var á, er komin inn á konto-ina hjá Skandinavisku Barnamissiónini.
? Lívið hjá Evu er bjargað, og vit takka Gudi, tykkum føroyingum og øllum teimum, sum hava verið ein hollur stuðul allan vegin ígjøgnum viðgerðina, sigur Bo Wallenberg, sjefur fyri Skandinavisku Barnamissiónini.