Ein kann róliga staðfesta, at føroyingar rættiliga eru fyri vanbýti í donskum tónleikakappingum í hesum døgum. Eftir sigurin hjá Guðrun Sólju Jacobsen í Stjerne for en aften í fjør, hava fleiri føroyingar roynt eydnuna í ymiskum tónleikakappingum í Danmark í ár.
Kollfirðingarnir, Jens Marni Hansen og Ása Kathy Dam, hava ávíkavist vunnið seg fram til at verða við í Stjerne for en Aften og Idols hjá TV3. Fyrr í vikuni boðaði Danmark Radio Jens Marna frá, at hann kortini ikki sleppur at luttaka, tí hann hevur áður givið fløgu út, og sambært reglugerðini er tað ikki loyvt.
Í dag hevur Ása Kathy Dam fingið sum boð, at hon heldur ikki sleppur at halda fram, tí hon verður á eini fløguútgávu í Føroyum seinni í ár.
Í grein í BT í dag, sum føroyingurin, Fróði Holm Knudsen hevur skrivað, stendur, at Ása Dam upprunaliga hevði boðað TV3 frá um fløguna, og tað varð ikki mett at verða nakar trupulleiki. Kortini er Ása nú koyrd úr kappingini, tí TV3 vil kortini ikki loyva, at luttakararnir eru við á fløguútgávum. Hetta er ein stak oheppin støða, tí Ása hevði vunnið seg heilt fram millum tey 30 seinastu í kappingini.
? Eg kenni meg snýtta av TV3, tí eg fekk at vita, at tað við fløguni var í ordan, og hon kemur jú eisini bara út í Føroyum, og eg eri heldur ikki bundin at nøkrum sáttmála við fløguútgevara, og tí skilji eg ikki støðuna hjá TV3, sigur Ása Dam við BT.
Fær peningin aftur
Ása hevur mist nógvan pening í samband við tónleikakappingina, men TV3 lovar at rinda henni peningin aftur. Jakob Mejlede, ein av stjórunum í TV3, sigur, at Ása fær sum eitt plástur á sárið allar ferðaútreiðslurnar aftur.