Føroyingar fagnaðu fjølbroytni

Nógv fólk onkur metti 1000, onkur annar eini 1500 møttust leygardagin við Sjónleikarhúsið í Havn fyri at fagna føroyskum fjølbroytni, virðing og tolsemi

Theodor E. D. Olsen
Myndir: Álvur Haraldsen
 
Við trummuleikarum á odda varð gingið oman í Steinatún, har Páll Danielsen segði nøkur orð, sum fekk fólk at hugsa um, at øll eru ikki líka. Síðani varð farið oman eftir mentanargøtuni í Havn, Tórsgøtu, nú gongugøtan er stongd og fær nýggjar flísar. Á Vaglinum var sokallað talukór, felagssangur og ymisk tiltøk, ið fekk fólk at hugsa um líkleika og munir okkara millum.
Tiltakið var skipað sum eitt stuttligt og litríkt innslag í føroyska fólkaræðið, og hýrurin var góður í miðbýnum hendan dagin. Fólk vóru biðin um at taka í hondina í hvørjum øðrum, og tað hendi meira enn so, at fjøldin aktaði boðini, tá frásøgufólkið eisini heitti á fundarfólkið um at geva hvørjum eitt klemm. Í øllum førum varð høvuðsrøðarin hálsfevnd, áðrenn hon trein á pallin uttan fyri sama løgting, sum fyri ikki so langari tíð síðani feldi upskotið um at skoyta happing vegna kynsliga orientering upp í revsilógina.
Høvuðsrøðarin varð presenterað sum ein klók kona, og høvdu fyriskipararnir valt Karina Kjølbro at siga nøkur væl vald orð til samkomuna á Vaglinum í dag.
Til felagssangin vóru sangirnir hjá ávikavist Kára p og H.A. Djurhuus Ringulríma og Tey standa og vagga sungnir.
Við skeltum og slagorðum sum Eitt fólk eru ikki eins fólk og annar hvør er øðrvísi líka sum øll onnur fór gongan oman aftur í Tórsgøtu, har Miðlahúsið, Meiaríð og Margarinfabrikkin hýstu nøkur av okkara fremstu tónleikarum sum t.d. 200, Lama Sea, Nikolas Kapnas, Kára p, Marius, Hjørdis Johansen, Deja Vu, Spælimenn, Kára Sverrisson, Búa Dam, Knút H. Eysturstein og Seks Stórar Veðrar, ið settu dám á tiltakið.