Kann til álvarsamt skemt leggja afturat, at ein annar taktikkur er at geva riddarakrossar. Í mun til í Danmark og í flest øllum øðrum framkomnum londum kanst tú sambært revsilóg verða fongslaður, um tú arbeiðir ímóti landsins fullveldi, men í Føroyum er øðrvísið: arbeiðir tú ímóti føroyskum fullveldi, kanst tú rokna við at fáa riddarakross.
Spennandi verður so at síggja hvør av ABC monnunum fer at fáa riddarakross næstu ferð skilakvinnan Margretha stígir á føroyskan vøll. Men onkur verður tað, lít á míni orð! Tað skuldi eisini verið løgið annað, nú hesir tosa um at tiðna blokkin, samtykkja við lóg at vit hoyra undir donsku grundlógina, lóggeva at føroyingar ikki eru ein tjóð. Osfr. Alt eitt samfelt strið fyri at sleppa okkum longur burtur frá føroyskum fullveldi.
Og samgongan er samd. Men sum eitt undantak er hon samd um, at blokkstuðulin eigur at minka í 2010. Í øllum førum um hon velur at fylgja samgonguskjalinum, har tað m.a. stendur, at tað er: semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reala inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010.”
Inntøkuvøksturin, sum sipað verður til í sitatinum, hevur, sambært heimasíðuni hjá Gjaldstovuni, verið góðar 500 mió kr ella 17,4% seinastu 5 árini. Sama tíðarskeið er tann “reali” ella nominelli vøksturin, - tvs vøksturin í brúkaraprístalinum, 11,4%, - sambært heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Vil nakar í ABC halda samgonguskjalið
So er spurningurin um landsstýrið ætlar at halda tann partin av samgonguskjalinum, sum snýr seg um minking av heildarveitingini. Teir, og kanska serliga samgonguleiðarin, tosa annars dagliga um, hvussu umráðandi tað er halda hetta samgonguskjal. Meðan ongin tosar um at halda tann partin av skjalinum, sum snýr seg um at lækka blokkin. Hinvegin tosa fleiri ístaðin um at tiðna blokkin aftur. Ófatiligt, at ongin sjálvstýriskraft tekur teir, sum tosa um at halda samgonguskjalið, uppá orðið, og vísir á orðingina um blokkniðurskurðin.
Løgmaður fer skeivur
Løgmaður segði fyri kortum í einum svari uppá fyrispurning frá Kára á Rógvi, at ongin lækking var í blokkstuðlinum fyri 2010, tí: ”vit ikki eru vælsignaði við einum vøkstri ...”. Hatta er skeivt. Um ein roknar eftir, so skal heildarveitingin minkað við 4 mió. kr. í 2010, - sambært samgonguskjalinum, tí vit eru “vælsignaði við einum vøkstri!” 4 mió kr er ikki nógv, men tað er so eitt lítið fet á tí røttu kósini!
Trupulleikin er ikki ráðini, men stýringin
Støddin á heildarveitingini er í mun til BTÚ minkað støðugt seinastu nógvu árini. Í 1993 var hon 25% av BTÙ, í 2001 var hon 10% av BTÙ, - tað árið varð hon so reduserað við einum triðingi og verður væntandi 5% av BTÙ í 2010 (og ikki 6% sum eg annars segði í útvarpinum sunnukvøldið).
BTÚ er tann samlaða inntøkan vit megna at skapa í Føroyum, blokkurin er síðan ein eyka inntøka til føroyska búskapin; sum, til æru fyri legitimitetin, er oyramerktur at skula verða brúktur til ávísar vælferðartænastur. Hesin gevur okkum tó í veruleikanum eyka rúm til bygnaðarskeivleikar, nýtslu og fastar íløgur. Eg haldi ikki tað liggur stórt meira í hesum, men tað er vert at leggja til merkis, at í sama tíðarskeiðið, síðani blokkniðurskurðin, hava Føroyar sum búskapur samanlagt havt yvirskot á gjaldsjavnanum omanfyri 4 mia. kr. og BTÚ er vaksið við 3 mia. Bara tað ger til skammar uppáhaldið um, at onki kom í staðin fyri blokkniðurskurðin. Og hóast søguliga høgan vøkstur í almenna geiranum síðani blokkniðurskurðin, so megnar samgongan ikki annað enn at semjast um eitt hall á fíggjarlógini, sum liggur um tað einu milliardina.
Trupulleikin í føroyska búskapinum er ikki, um vit hava ráð at minkað blokkin, men ein spurningur um at fáa rættað bygnaðarligar innlendis skeivleikar í almenna geiranum í mun til aðrar geirar, so javnvág kemur í aftur hjá tí almenna.
Takki fyri viðmerkingina frá Hilmari Simonsen o.ø.
Eg fari ikki at leggja meg út í kjak við Hilmar Simonsen um multiplikatoreffekt o.l. Tað kundi kanska verið til fínt undirhald hjá onkrum búskaparfrøðingi, men neyvan til gagns fyri okkum bæði at vassa soleiðis, har hvørgin grynnir.
Skilji á Hilmar Simonsen, at hann heldur lítið um mítt vitanarstøðið og um tjóðveldisfólk sum heild. Við hesum sum útgangsstøði er ivingasamt, um vit koma nærri eini semju. Valdi kortini at leggja hesi orð afturat kjakinum – við virðing fyri manninum!