Frálandavinna
“Vinnumálaráðharri, góða gumma, Tummas og Jens Meinhard, tit í nevndini: Osmund sum formaður, Per Sævik, Tage Bundgaard, Petur Háberg Jacobsen, starvsfólk, manningar og partaeigarar hjá felagnum – og góðu samkomugestir.
Yvir 2/3 av jørðyvirflatuni er sjógvur – so fyri hvønn fermetur av jørð eru gott og væl tveir fermetrar av havi.
Føroyska havøkið er 274.000 ferkilometrar, meðan føroyska landaøkið er 1396 ferkilometrar. Tað merkir, at fyri hvønn fermetur av jørð hava vit føroyingar 196 fermetrar av havøki – har restin av jørðini hevur 2 fermetrar fyri hvønn fermetur av jørð.
Ella, at vit føroyingar hava uml. 5,5 mió. fermetrar – t.e. 5,5 ferkilometrar – av havøki í part, meðan vit “bert” hava uml. 28.000 fermetrar av jørð í part.
Tað er tí ikki so løgið, at føroyingar klandrast um jørð!
Men tað er tí heldur ikki so løgið, at okkara kjarnukompentansa ella ekspertisa er innan sjóvinnu í breiðum týdningi og at størsti einstaki fakbólkurin í Føroyum er sjófólk.
Sjálvur havi eg bert verið til skips á ungum árum og stutt tíðarskeið, men eg fekk tó bæði um endan á íslandstíðini við hekkutrolara seinast í sjeytiárunum og royndi undir Føroyum við troli og línu. Tað dámdi mær sera væl, og tað eru royndir, ið koma væl við í mínum dagliga starvi.
Okkara sjófólk eru álitið umborð á fiskiskipum, handilsskipum, ferðamannaskipum osfr. – og nú eisini í frálandavinnuni.
Oljufeløg birtu vón
Eg kom aftur til Føroya eftir loknan lestur í januar 1993. Tá var svartasta niða í føroyskum búskapi. Tað var langt ímillum ljóspunktini. Eitt av ljóspunktunum, ið vóru við til at birta vón aftur, vóru mongu konferencurnar, ið útlendsk oljufeløg hildu í nýtiárunum. Tað var sera áhugavert at hoyra oljufeløgini greiða frá um møguleikarnar at finna olju við Føroyar. Men flestu okkara roknaðu við, at vit bara fingu nakað burturúr, um vit funnu olju við Føroyar. Tað skuldi tó vísa seg, at virksemið hjá oljufeløgunum í nítiárunum kveikti ein stóran áhuga fyri at virka innan oljuvinnuna – og skilti eg Osmund rætt í dag, so stavar áhugin hjá Tummasi fyri oljuvinnuni frá hesum tíðarskeiði.
Vit hava ikki enn funnið olju við Føroyar, men vit hava í dag virksemi innan oljuvinnu á fleiri økjum:
vit hava tvey oljufeløg, ið leita eftir og framleiða olju,
vit veita loftferðslutænastur til oljuvinnuna í øðrum londum,
vit veita fakfólk til oljuvinnuna í øðrum londum,
vit veita ávísar tænastur til oljuvinnuna í øðrum londum
og nógvir føroyingar hava í dag starv innan oljuvinnuna. Men hartil hava vit fingið eina frálandavinnu – og nýggjasta skotið eitur Eldborg – okkara fyrsta supplyskip.
Eg vil hervið ynskja tykkum hjartaliga tillukku við Eldborg. Tað var ein føgur sjón fyri okkum øll at síggja hetta snotuliga skipið stevna inn á Havnarvág, ikki minst nú, ið kreppa hevur leikað um allan heim. Eins og fyrst í nítiárunum, so er tað langt ímillum at tosað verður um møguleikar og íløgur í hesum døgum. Tí er gott at síggja, at eitt føroyskt felag, við føroyskum partaeigarum, føroyskari leiðslu og eini altjóða nevnd við servitan innan supply vinnuna og innan skiparakstur, er ført fyri at bróta burtur úr nýggjum og seta sær høg mál innan frálandavinnuna. Eitt av málunum er rokkið í dag, nú reiðaríðið hevur fingið fyrsta supplyskipið, Eldborg.
Vit í Eik eru ikki sørt errin av at kunna hava verið ein partur av hesi spennandi verkætlan.
Eik hevur staðið á odda fyri fíggingini saman við Realinum og Landsbanka Íslands. Vit mugu siga at hóast avbjóðingar hava verið á vegnum, hevur samstarvið millum hesar fíggjarstovnar og reiðaríðið verið sera gott alla tíðina. Vit meta øll, at hendan verkætlanin við tí samanseting av partaeigarum, leiðslu, nevnd, starvsfólki og ikki minst bygging av einum sera umhvørvisliga framkomnum supplyskipi, er eitt sera gott grundarlag undir framtíðar menningini og møguleikunum hjá felagnum.
Uttan at taka nakað frá nøkrum persóni í felagnum ella millum partaeigararnar, má eg serliga nevna, at hesin dagurin í dag má vera serliga stórur fyri Tummas, sum um nakar frá byrjan hevur verið tann, sum hevur sæð størstu møguleikarnar í hesi verkætlan.
Tað hevur verið sera læruríkt og mennandi, eisini hjá okkum sum fíggjarstovni, at hoyra um stóru ætlaninar hjá Tummasi og teirra reiðaríi, og hvussu hann frá byrjan hevði stórar visiónir um, hvussu eitt føroyskt supplyfelag átti at byggjast upp. Ikki við gomlum skipum, ella sum dótturfelag hjá onkrum útlendskum stórfelag. Nei, visiónin var, at talan skuldi verða um eitt føroyskt supplyfelag, sum skuldi royna at uppbyggja eina føroyska servitan innan supplyvinnuna, og at byggjast skuldu nýggj skip til endamálið, sum skuldu verða kappingarfør at bjóða uppá charteravtalur javnbjóðis við útlendsk supplyfeløg. Hesa visión hava Tummas og nú eisini Jens Meinhard sum leiðsla í felagnum arbeitt miðvíst eftir hvønn dag. Harumframt hevur leiðslan fingið góðan stuðul frá eini væl skikkaðari nevnd.
Vit mugu í dag siga, at visiónin hjá felagnum – so langt – hevur eydnast. Umframt at felagið hevur fingið sítt fyrsta supplyskip, so hevur felagið síðstu árini harafturat uppbygt eina organisatión og servitan, sum hevur gjørt, at Supply Service í dag hevur hægstu certificeringar innan frálandavinnuna í Føroyum. Tí kann felagið við sínum skipi, á jøvnum føti við eitt nú norsk supplyfeløg, bjóða uppá charteravtalur á norskum sjóøki.
Hetta hevur t.d. merkt, at supplyskipið Eldborg í dag hevur ein nøktandi 4 ára chartersáttmála við norska felagið Revus Energy. Hetta má metast at verða ein sera góð byrjan.
Tummas og Jens Meinhard, Osmund og tit, sum annars standa aftanfyri felagið, stóra takk fyri gott samstarv og hjartaliga tillukku.
Eg vil ynskja Supply Service og P/F Eldborg – og øllum tykkum, ið skulu hava tykkara starv við ella í samband við skipið alt tað besta við nýggja skipinum.
Enn einaferð hjartaliga tillukku og takk fyri.”