Føroyingahavnin
Fimm føroyingar, ið starvast sum handverkarar í Nuuk í Grønlandi, vóru ein sunnudag herfyri í Føroyingahavnini og sóu, hvussu skilið har er.
Allir eru teir samdir um, at tað er ikki tespiligt, sum har sær út, nú bygningar og bryggja eru í so ringum standi, at tú kanst koma tær illa fyri við bara at hyggja innar, har áður var virksemið og lív.
Mangan hevur verið frammi um, hvønn týdning Føroyingahavnin áður hevði fyri føroyingar, fyri føroyskan útróður, skipatænastur til okkara siglandi, og hvønn týdning virksemið hevði fyri tey mongu, sum arbeiddu har, bæði í fiski og við veitingum og tænastum gjøgnum mong ár.
Bárður Juul Arge Jacobsen er ein av føroyingunum, sum hendan sunnudagin fekk høvi at vitja í Føroyingahavnini, har føroyingar ongantíð hava ruddað upp eftir sær aftur.
Syrgilig sjón
Bárður sigur, at tað var ein ordans hvøkkur, sum teir fingu, tá teir sóu Føroyingahavnina.
- Tað er ræðuligt at síggja, hvussu alt er farið. Hetta sær út, sum ein rættiligur spøkilsisbýur.
Hann sigur, at teir fingu ikki lagt at við bátinum, teir vóru komnir við, tí bryggjan var so illa farin.
- Bryggjan er øll hoyknað saman. Vit noyddust tí at klintra í land, meðan báturin bíðaði eftir okkum úti á fjørðinum.
Men hvat var tað so, sum hesir fimm føroyingarnir sóu?
- Alt, vit sóu, var barasta so syndarligt.
Báður vísir á, at niðri á bryggjuni stendur eitt flakavirki, og her er takið smokkað niður í bygningin, eins og allir bygningarnir niðri við tað, sum einaferð var bryggja, eru í sori.
Hvussu víða fóru so hesir føroyingarnir, sum nú fingu hetta høvi?
- Jú, vit vóru inni í fleiri bygningum, men allastaðni sóu vit tað sama – alt var í sori, eisini innan í bygningunum.
Meðan teir hendan dagin vóru í Føroyingahavnini, vóru teir soleiðis eisini inni í bygninginum, sum einaferð var eitt sjómansheim, har mangur føroyingur, bæði arbeiðsfólk, gestir og vitjandi, hava góð og fjálg minnir.
- Sjómansheimið var ein sera syrgilig sjón eins og alt annað. Eitt klaver lá koppað á gólvinum og alt, sum kundi oyðileggjast, var oyðilagt. Vit vóru eisini uppi á loftinum á sjómansheiminum; har lógu sálmabøkur og føroysk bløð og rókust um tað heila, sigur hann.
Skammblettur
Men hvat halda so hesir menninir um, at føroyingar bara eru farnir soleiðis úr Grønlandi og hava latið Føroyingahavnina ligið, sum hon liggur?
- Vit allir, sum vóru við hendan túrin, halda, at hetta er ræðuligt. Føroyingahavnin hevur einaferð verið stór og hevur havt stóran týdning fyri føroyingar og føroyska søgu í Grønlandi. Í dag er hetta ein rættiligur skammblettur fyri allar Føroyar.
Báður vísir á, at yngra fólkið í Føroyum veit ikki, hvønn týdning Føroyingahavnin hevur havt fyri Føroyar, og hvussu nógv virksemi í sínari tíð var har yviri.
- Her var flakavirki, sjómansheim, handil, smiðja, biografsalur og fleiri íbúðarbygningar. At hava slept øllum hesum, soleiðis sum tað liggur í dag, er – og eg endurtaki – ein stór skomm fyri Føroyar.
Men kann Føroyingahavnin bjargast?
- Nei, har gerst einki nú. Nú er alt í so vánaligum standi, at her er bara eitt at gera – at fáa ruddað alt hetta burtur. Standurin er so ringur, at fólk kunnu koma til skaða bara við at fara inn í bygningarnar. Vit stúrdu fyri, at okkurt av tøkunum fór at detta saman og niðuryvir okkum, meðan vit vóru har, sigur hann.
Beinast burtur
Áheitanin hjá Bárði á føroyskar myndugleikar er, at hesir mugu syrgja fyri, at alt í Føroyingahavnini verður beint burtur.
- Um hetta ikki skal gerast til eina uppaftur størri skomm, eiga okkara myndugleikar at senda eitt skip avstað yvir til Grønlands, soleiðis at alt kann takast niður og beinast burtur.
Bárður Juul Arge Jacobsen sigur, at í løtuni er Føroyingahavnin eitt ferðamál hjá grønlendingum, og vit eiga sum tjóð avgjørt ikki at vera errin av tí, sum hesi ferðafólk síggja.
-. Tí er hetta ein áheitan á myndugleikarnar um at fáa bøtt um ta skomm, sum er yvir okkum í spøkilsisbýnum - Føroyingahavnini, sigur hann.
Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál, og vit fara ætlandi at tosa við mannin og føroyingin, sum í dag eigur ognirnar í Føroyingahavnini.