Føroyarmeistararnir eru úti: Víkingur vann í Gundadali

Víkingur vann 2-0 á HB seinnapartin. Føroyameistararnir, sum ikki hava vunnið steypakappingini síðani 2004, eru úti.

Finnur Justinussen og Kaj Leo í Bartalsstovu skutu málini í seinna hálvleiki. Sigurin var uppiborin.

 

HB reyk eisini út í fyrsta umfarinum í fjør.

 

HB - Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Finnur Justinussen

0-2: Kaj Leo í Bartalsstovu