Føroyar vunnu stórsigur á Íslandi

Framúr føroyskt avrik í fyrstu fyrireikingunum til undankappingina

Ísland - Føroyar 17-25 (9-12)

 

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal næsta vikuskiftið spæla HM-undankapping í Sveis.

Sum fyrireiking til hetta spæla Føroyar hetta vikuskiftið tveir landsdystir móti einum landsliðið hjá Íslandi, ið kundi kallast eitt B-landslið.

 

Sigast má tó undir øllum umstøðum, at Føroysku fyririekingarnar gjørdust góðar í dag, tí talan gjørdist um greiðan sigur á 25-17 eftir 12-9 í hálvleikinum.

Kristianna Henneberg Joensen var føroyskur toppskjútti við seks málum, og Durita Christophersen Jojic og Maria Halsdóttir Weyhe skutu fýra mál í part.

 

Hetta var bæði fyrsti dystur og fyrsti sigur hjá nýggja føroyska landsliðsvenjaranum, Ágústi Jóhanssyni.

In.fo fekk orðið á ein fegnan venjara eftir dystin, og hann segði seg vera sera væl nøgdan við hvussu føroysku kvinnurnar høvdu spælt dystin.

 

Serliga legði hann dent á at verjan stóð sera væl frammanfyri Vivionnu Petersen, ið bjargaði einum 15 skotum. Í álopinum var spælt við stórum skynsemi og aga, og tí vóru teknisku villirnar fáar.
Hetta førdi til flotta úrslitið, men Ágúst Jóhansson leggur dent á, at hetta var bert ein dystur, men viðgongur at hann sjálvandi er fegin um tað hann sá frá liðnum í dag.

 

Í morgin klokkan 16.00 spæla Ísland og Føroyar so seinna dystin, og her verður umráðandi at bygt verður víðari á flotta avrikið, greiðir landsliðsvenjarin frá.