Helgi Dam Ziska vann sítt talv, og tað sama gjørdi Jóan Hendrik Andreassen, meðan Martin Poulsen megnaði at spæla javnt. Heini Olsen, sum júst er liðugur við talv sítt, ið byrjaði klokkan 14 í dag, legði kongin eftir 43 leikir. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar vinna á Suðurafrika. Fyrr hava vit tapt og spælt javnt á OL.