Føroyar sum 7 ella 1 valdømi

Nú tingformaðurin ætlar at leggja uppskot fram á ting um at gera Føroyar til eitt valdømi, hava fleiri tingmenn úr útjaðaranum mótmælt, meðan tað vísur seg at vera størri undirtøka fyri uppskotinum millum miðstaðarpolitikarar

Er skipanin við 7 valdømum nú betur fyri útjaðaran enn ein møgulig skipan við einum valdømi?

Trúgvi ikki!

Løgtingslimir eru jú allir valdir lokalt, og mugu tekkjast sínum lokalu veljarum, fyri at verða afturvaldir. Arbeiði fyri onnur valdømi, geva harafturímóti ongar stemmur.

 

Ein og hvør er sær sjálvum næstur, og politikarin og hansara lokalu veljarar vilja tí fyrst og fremst hugsa um sítt valdømi.

Hettar viðførir, í eini skipan við fleiri valdømum, sum eru ymisk til støddar, at tey størru valdømini hava lættari við at draga til sín. Tey eru betri mannaði, og vegurin til ein meiriluta á tingi er tí styttri enn fyri tey smærru valdømini.

 

Vit eru tí í eini óndari ringrás, har væl mannaða miðstaðarøki hevur bestu politisku møguleikarnar at draga til sín, meðan illa mannaði útjaðarin onki maktar uttan stuðul frá miðstaðarpolitikarunum. Miðstaðarpolitikararnir hava altso buktina og báðar endarnar.

Treyðugt so, onkrar verkætlanir, sum gagna útjaðaranum, verða viðtiknar á tingi, men tá mugu flestu atkvøðurnar fyri málinum koma frá miðstaðarpolitikarum, sum ikki fáa so mikið sum eina einastu atkvøðu frá útjaðaranum afturfyri. Verandi skipan loyvir tí ikki.

 

Vóru Føroyar harafturímóti eitt valdømi, vóru politikararnir loystir frá at hugsa lokalt fyri at vera afturvaldir, og kundu arbeitt meira frítt fyri alt landið.

Sjálvandi verða eisini tá flest atkvøður at vinna í miðstaðarøkinum, sum tískil hevur ein politiskan fyrimun, men høvuðsmunurin, og fyrimunurin fyri útjaðaran í mun til nú, verður tó, at allir tinglimirnir kunnu lønast fyri at arbeiða fyri útjaðaran.

 

Í dag eru til dømis einans 2 løgtingslimir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu, sum kunnu lønast (les, fáa persónligar atkvøður) fyri at tosa fyri flogvølli í Søltuvík. Og tað er langt frá 2 monnum til meiriluta á tingi.

Vóru Føroyar eitt valdømi, kundi sjálvt Jørgin Niclassen, við persónligum fyrimuni, tosa fyri flogvølli í Søltuvík, tí kanska hann vann fleiri atkvøður aðrastaðni í landinum, enn hann hevði mist í Vágunum.

Undir verandi skipan, er hann tó noyddur at mótarbeiða, tí alt annað vildi verið politiskt sjálvmorð.

Verandi skipan er altso ein bági fyri tann illa mannaða útjaðaran.

 

Onkur er bangin fyri, at flestu politikararnir, sum frá líður, verða úr miðstaðarøkinum, um Føroyar gerast eitt valdømi. Trúgvi ikki. Men um so verður, hvat ger so tað?

Vága- og Sandoyar valdømi hava í dag bert 2 løgtingslimir í part. Um Føroyar gerast eitt valdømi, far Vágoyggin 32 løgtingslimir, Sandoyggin eisini, ja, vit fáa øll, óansæð hvar vit búgva í landinum, 32 løgtingslimir, sum kunnu arbeiða fyri okkara “lokalu” sjónarmiðum, og ikki minst, vit kunnu løna teimum fyri tað, við okkara atkvøðum.

Sum er verða alt ov fáir politikarar løntir (les, fáa persónligar stemmur) fyri at arbeiða fyri útjaðaran, og hvør vil arbeiða uttan samsýning? Vóru Føroyar harafturímóti eitt valdømi, kundu allir politikararnir fingið nakað politiskt burturúr at arbeitt fyri útjaðaran.

 

Verða nú allir politikararnir úr miðstaðarøkinum, um Føroyar gerast eitt valdømi?

Hugsa vit okkum, at Norðoyggjar vóru fleiri valdømi, til dømis eitt fyri hvørja kommununa, og tað var talan um, at leggja saman í eitt valdømi fyri allar Norðoyggjar. So høvdu helst røddir verði frammi um, at Klaksvíkin fekk allar løgtingslimirnar, og ikki varð møguleiki hjá til dømis einum kunoyingi ella viðingi, at verða valdur. Men nú vita vit, at tað letur seg væl gera hjá smærru plássunum, at fáa mann valdan, sjálvt um Norðoyggjar eru eitt valdømi, og soleiðis man eisini fara at verða við Føroyum sum einum valdømi.

 

Ein hjávinningur við at gera Føroyar til eitt valdømi, er at vit fáa fleiri kvinnur á ting, og helst verður tað tað, sum fer at broyta tingarbeiði mest, til fyrimuns fyri tey bleytu virðini og kanska eisini fyri útjaðaran.

Tær fáa kvinnur, ið hava havt á sæti á tingi, hava eisini víst, at tær ikki bert reka við streyminum, men tora at standa í andgletti. Vit minnast Karina Kjølbro frá fyrr av og Anitu á Fríðriksmørk í dag.

 

Í kjakinum um Føroyar sum eitt valdømi, verður ofta havt á máli, at verandi skipan gevur ikki rættvíst mandatbýti millum flokkarnar í mun til atkvøðutalið.

Ein demokratiskur trupulleiki verður sagt.

Haldi sjálvur, at undirumboðanin av kvinnum á tingi í mun til tær atkvøður kvinnulig valevni fáa, at stórur munur er á atkvøðuvektini alt eftir valdømi, og so tað, at eg ikki havi møguleika at velja tann politikaran mær hóvar best, men einans kann velja millum teir, sum stilla upp í tí valdømi, eg sjálvur eri búsettur í, eru nógv størri demokratiskir trupulleikar.

 

Kjakið um Føroyar sum eitt valdømi hevur verið alt ov snævurt. Rættvíst mandatbýti og spurningurin um útjaðarin far teir tinglimirnar, hann í dag er tryggjaður, er stórt sæð tey einastu sjónarmiðini, sum verða viðgjørd.

Tað eru so mangir aðrir vinklar, og ikki fyrr enn málið verður lýst nóg fjølbroytt, hava vit nakað veruligt tilfar at taka støðu til.

 

Nakað annað er so, um tað er rætt at leggja uppskot fram á ting um Føroyar sum eitt valdømi, so stutt upp undir væl, og nú uppstillingar longu eru gjørdar í fleiri valdømum.

 

Røddir hava eisini verið frammi um at broyta valdømini, kanska færri, heldur enn at gera allar Føroyar til eitt valdømi.

Um so skuldi verið, hevði helst verið rættast, at býtt landið soleiðis upp, at valdømini vóru eins stór, so “togtoganin” millum økini varð á einum javnari støði, tí við verandi skipan vil illa mannaði útjaðarin altíð verða taparin.

Útjaðarapolitikararnir áttu tí at verið heitastu talsmenn fyri broytingum, men teir eru kanska so “lokalir”, at teir hugsa meir um egið sæti enn um illa stætta økið, teir umboða.