Føroyar: Stuðulin í fólkinum vantar

Tí gjørdist Ísland fullveldisríki fyri 100 árum síðan, og tí hava Føroyar og Grønland ikki fullveldi 100 ár seinni.

Rasmus Gjedssø Bertelsen, sum er professari við Universitetið í Tromsø, sigur, at tað serliga eru trý viðurskifti, sum vóru avgerandi fyri, at Ísland gjørdist sjálvstøðugt - ella fullveldisríki - fyri 100 árum síðan.

 

Í fyrsta lagi var orsøkin, at tað ikki bara var ein meiriluti fyri fullveldi í Íslandi, men tað var eitt stórt ynski í íslendska fólkinum at gerast sjálvstøðugt.

 

Í øðrum lagi kundi Ísland - uttan stórvegis trupulleikar - siga nei takk til danskan blokkstuðul.

 

Og í triðja lagi høvdu íslendingar eftir tátíðar mátistokki longu fyri 100 árum síðan eina útbúgvingarskipan við egnum universiteti, umframt at nógvir ungir íslendingar longu tá lósu á hægri lærustovnum aðrastaðni.

 

- Hesi trý viðurskifti gjørdu, at Ísland var til reiðar til fullveldi. Eitt líknandi "modell" hevði tænt Føroyum og Grønlandi, tá samfeløgini annars eru til reiðar til sjálvstøðu, heldur professarin.

 

Hann sigur við Kristeligt Dagblad, at í Grønlandi er viljin til steðar, men her vanta áðurnevndu tvey parametur, pengarnir og útbúgvingarmøguleikarnir.

 

- Fyri Føroyar er galdandi, at tað serliga er fólksins stuðul, ið vantar, heldur professarin við Universitetið í Tromsø, Rasmus Gjedssø Bertelsen.