Føroyar skulu vera fyri seg sjálvar

Vit skulu ikki vera partur av donsku kvotuni fyri Co2 útlát

Landsstýrið fer nú at viðgera, hvørja støðu, vit skulu hava til veðurlagsavtaluna, sum varð gjørd í París nakað síðani.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

 

Annika Olsen, tingskvinn fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita frá honum, hvørja støðu, føroyingar hava til avtaluna, og um vit vera ein partur av donsku Co" kvotuni, ella um vit vera ein sjálvstøðugur partur.

 

Poul Michelsen sigurm, at landsstýrið hevur sett sær sum mál at fylgja altjóða tilmælum um veðurlagsbroytingar.

 

- Ætlanin er at virka fyri at sjónliggera Føroyar í tilgongdini fram til at París-veðurlagssáttmálin kemur í gildi.

 

Hann sigur, at tó fer Landsstýrið fyrst at geva málinum eina holla politiska viðgerð, har allir viðkomandi partar verða hoyrdir, við tí fyri eyga at tryggja, at føroyski veðurlagspolitikkurin verður kjølfestur í politisku skipanini og í samfelagnum sum heild.

 

Hann sigur eisini at tað er mest sannlíkt, at Føroyar vilja vera verða við í París- sáttmálanum. Men so fara vit at krevja, at føroysk mál fyri at minka útlátið, fara at standa fyri seg, tá fráboðanin um, at sáttmálin er endaliga góðkendur, verður latin ST.

 

- Hetta hava avvarðandi danskir myndugleikar longu fingið at vita, sigur Poul Michelsen.