Føroyar skulu stuðla atgerðum

Varaløgmaður heldur, at Føroyar skulu stuðla atgerðum, sum kunnu steðga altjóða yvirgangi

 

Varaløgmaður tekur undir við sjónarmiðinum hjá løgmanni um, at Føroyar skulu stuðla atgerðum, sum hava til endamáls at steðga altjóða yvirgangi.

? Vit hava onga politiska ávirkan, tí Danmark umsitir hesi øki fyri okkum, men Føroyar skulu moralskt stuðla arbeiðnum at steðga yvirgangi, sigur Høgni Hoydal.

? Høvdu vit havt fullveldi høvdu vit eisini havt politiska ávirkan og innlit. Nú mugu vit bara líta á, at Danmark kunnar okkum og umsitir okkara sjónarmið.


Skulu verða við

Høgni Hoydal heldur, at Føroyar hava skyldur mótvegis okkara grannlondum og tí parti av heiminum, sum vit eru partur av.

? Hesar skyldur skulu vit eisini liva upp til, tá vit fáa fullveldi. Vit hava eisini gjørt greitt, at vit vilja virka fyri, at vit ikki eru nakar trygdarvandi fyri okkara øki, sigur Høgni Hoydal.

? Í løtuni hava vit bara onga ávirkan, og vit fáa onga beinleiðis kunning. Tí kunnu vit ikki luttaka á politiskum støði, men vit eiga moralskt at stuðla arbeiðnum at steðga altjóða yvirgangi.