Tá løgmaður setti FaroExpo í morgun, segði hann, at frá komandi ári skulu fskifrøðiligu tilmælini um fiskidagar fylgjast. Kaj Leo Johannesen segði seg í síni setanarrøðu fegnast um, at fyrireikararnir av FaroExpo hava valt burðardygga fiskivinnu til yvirskrift til ráðstevnuna, sum verður í Løkshøl í Runavík seinnapartin í morgin.
- Skulu vit røkka optimalum rammum fyri økologiskan og biologiskan burðardyggleika í okkara fiskivinnupolitikki, noyðast vinnulív, vísund og politiska skipanin at samstarva.
Løgmaður segði, at eftir hansara tykki hava partarnir í størri mun enn áður fingið eitt felags forstáilsi fyri, hvussu vit fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi í havinum.
- Tí síggi eg eisini ráðstevnuna í morgin sum eitt týdningarmikið stig á rættari leið, legði hann aftrat.
Løgmaður segði, at frá komandi ári er málsetningurin, at talið av fiskidøgum, sum lutað verður út til ymisku skipabólkarnar, skal samsvara við lívfrøðiligu ráðgevingina.