Við køksborðið í heima á Norðoyri sita John Heri Johansen og mamman Hannvør yvir av hvør øðrum og keða seg. Hann er bundin heima av sínum breki, og hon hevur einki arbeiði og fær heldur ikki arbeitt, tí sonurin kann illa vera einsamallur.
Tey vita, hvørki út ella inn.
- Alt lívið hava vit havt trupulleikar, sigur John.
Hann er spastikari og gongur so nøkulunda við høkjum. Armarnir eru eisini veikir, men peran er í lagi.
Tá ið hann gekk í fólkaskúlanum, noyddust tey mangan at stríðast fyri at fáa stuðul játtaðan, men drongurin kom kortini gjøgnum skúlan.
Men minnini frá skúlaárunum eru ring, tí hann varð illa happaður. Hann fekk eyknevni, sum sipaði til, at hann sat í koyristóli. Eina ferð varð hann koppaður á í stólinum og lá leingi aftan fyri skúlan.
Orsakað av happingini fór hann í framhaldsdeildina á Giljanesi.
Vildi út millum fólk
Aftaná skúlan arbeiddi hann eitt skifti í timburhandlinum í Klaksvík og síðan í svimjihøllini.
- Men tað var eingin avbjóðing. Eg vildi sleppa út millum fólk, sigur John, sum ongastaðni slapp, tí hann hevði ongan stuðul tá. Hann kundi arbeiða treytað av, at foreldrini koyrdu hann til og frá arbeiði.
Onkur skyldfólk søgdu honum, at í Danmark var ein góður háskúli fyri fólk sum John og onnur við onkrum breki. Egmont Højskolen, nærindis Odder í Jyllandi.
John fór á internetið at lesa um skúlan, søkti og slapp inn.
Góður skúli
Eitt gott við hesum skúlanum er, at har ganga eisini næmingar, sum ikki baga nakað, men hava sum uppgávu at hjálpa teimum veikaru við einum og øðrum.
Tað fyrsta hálva árið treivst hann einki serligt. Hann var likamliga so veikur og sat mest inni á kamarinum. Umsíðir fekk hann stuðul 35 tímar um vikuna.
- Tá fór eg at trívast nógv betur, tí eg slapp meira út og kom at vera heilt nógv saman við hinum næmingunum, sigur John.
Ein dag fingu tey at vita, at nú kundi John ikki kundi vera á skúlanum longur. So aftur at stríðast við Almannastovuna, og stuðulin kom aftur í aftur. Men so fór lokið á kassan.
- Eg kom heim aftur 27. desember, og síðan havi eg bara sitið her sum ein nikkidukka, sigur John.
Eingin ungdómur
Tá ið tey spurdu á Almannastovuni, hvat hann so skuldi gera, var svarið:
- Jú, eg kundi fra aftur í svimjihøllina. Eg havi tørv á at sleppa at uppliva okkurt. Eg eri 23 ára gamal og havi enn ongan ungdóm havt. Nú siti eg bara við telduna, sum er einasta samband mítt við umheimin. Tað nívir meg, at eg einki kann, og tað fer eisini rættiliga illa við sálini, sigur John.
Ikki er lætt at fáa vinfólk hjá einum menniskja, sum er bundið at sita heima. Hann hevur ein vinmann, sum er eitt sindur spastiskur. Hann hevur koyrikort og kemur onkuntið eftir John og tekur hann við sær á ungdómsmøti.
- Eg havi ring eygu, og tí veit eg ikki, um eg kann fáa koyrikort. Tað hevði verið gott, og eg fari at vita, um tað ikki ber til, sigur John.
Krevur skipaðan dag
Hann hevur fingið at vita, at hann hevur kognitivar trupulleikar. Tað hevur við sær, at hann ikki má vera undir trýsti, og dagurin má vera skipaður.
Einastu tilboð í Klaksvík til fólk við breki er Dáin. Tað heimið er fyri menningartarnað, og har hoyrir hann ikki heima.
- Eg keði meg so illa, og viðhvørt verði eg so dansandi óður, og tað gongur út yvir mammu. Men eg royni at leggja band á meg, tí tað er heldur ikki lætt hjá henni, sigur John.
Síðan hann var 18 ára gamal, hevur mamman stríðst við at útvega honum pensjón, men ferð eftir ferð varð umsóknin havnað við tí grundgeving, at allir møguleikar ikki vóru troyttir.
Áðrenn tað var hann til alskyns kanningar.
Avgerðin hjá Almannastovuni um at sýta honum pensjón varð kærd til kærunevndina í 2007, og í heyst kom, at avgerðin varð broytt.
Eingin peningur er tó komin enn.
- Eg havi skilt, at stuðulin til mín á skúlanum varð tikin burtur, tí eg skuldi fáa pensjón, sigur John, sum, ikki heldur hetta hava vnakað við hvørt annað at gera. Hevði hann ráð, hevði sjálvur goldið fyri at komið aftur á skúlan.
- Vit hava rent nøsina móti vegginum alla tíðina, sigur hann.
Lagið á mammuni er heldur ikki gott. Hon hevði arbeiði, men soleiðis sum John var fyri, noyddist hon at skunda sær heim í matarsteðgum til hansara. Úrslitið var, at hon misti arbeiðið.
Tá ið hon fekk mjødnina skifta út, var eingin hjálp at heinta. John noyddist til ein mammubeiggja at vera, til mammuan var komin fyri seg afur.
John hugsar nógv um framtíðina, tí jú eldri hann verður, fleiri verða trupulleikarnir. Men enn er hann ein ungur maður, hugsar sum eitt ungt fólk og hevur ikki slept dreyminum um at kunna liva sín ungdóm.
Vil aftur í skúla
Hann er harmur um, at hann ikki slapp at halda fram við skúlanum. Skúlin hevur sum uppgávu at styrkja fólk við breki, so tey ikki missa sjálvsvirðingina. Skúlin hjálpir teimum at koma víðari i lívinum, finna bústað og akannar arbeiðsmøguleikar.
Arbeiðsmøguleikarnir eru avmarkaðir hjá einum spastikara sum John. Hann fær eitt nú ikki skrivað í hond, men á telduni er hann kvikur.
Hann hevur ein el-bil, men sum veðrið hevur verið seinastu mánaðirnar, er hann ongantíð sloppin heimani frá sjálvur. Annars dámar honum væl at hyggja at fótbóltsdystum og hondbóltsdystum. Hann situr ofta langt út á kvøldið og hyggur at filmum, tí hann hevur einki at fara upp til.
Tey fyrstu árini av lívi síðan búði John í Danmark. Hann slapp til fysioterapeut og fekk hjálp at fara til svimjing. Kommunan sendi fólk heim at kanna, um innrættingin kundi verið, og hvat tørvaði.
Her er eingin slík hjálp at fáa.
- Vit skuldu aldrin verið flutt heimaftur, sigur John.
- Sparingarnar eru nógvar í Danmark, men als ikki sum her. Samstundis hoyra vit um nógv alment oyðsl í Føroyum, sigur mamman og nevnir t.d. hús, sum landið leigar uttan at hava brúk fyri teimum. Samstundis er lítil hjálp at fáa hjá fólki, sum eru komin illa fyri í samfelagnum, sigur mamman.
- Eg eri bara her, tí eg eri her. Nú er tað ein spurningur um tíð, til eg verði ørur í høvdinum. Hetta er verri enn at sita í fongsli, sigur John.