Føroyar og Ísland gjørt fiskirættindasáttmála

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Steingrímur J. Sigfússon, eru í dag komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini millum Føroyar og Ísland fyri 2012.

Avtalan verður á sama støði sum í 2011. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár. Føroysk skip kundu í 2011 fiska 40 tons beinleiðis eftir kalva í íslendskum sjógvi sum ein part av heildarkvotuni á 5.600 tons. Kalvin í íslendskum sjógvi er illa fyri, og tí hevur Ísland tikið avgerð um at banna beinleiðis veiða eftir kalva.

Fiskimálaráðið sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at skipanin fyri føroyska lodnufiskiskapin komandi vertíð verður tann sama, sum hevur verið galdandi seinastu árini.

- Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2012/ 2013 verður sostatt 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5% av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar.

Fiskimálaráðið vísir á, at Føroyar í fleiri ár hava gjørt vart við sína misnøgd um, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu – antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og semjur gjørdar í tí sambandi.

Tað eydnaðist kortini ikki at koma til eina niðurstøðu, sum gongur føroysku sjónarmiðunum á møti. Føroyar boðaðu tí frá, at Føroyar framhaldandi fara at taka hetta málið upp aftur í okkara samskifti við Ísland.

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2012 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt - 2.000 tons.

- Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

Fiskimálaráðið sigur, at ráðharrarnir í báðum londunum umrøddu eisini onnur mál av felags áhuga, eitt nú strandarlandasamráðingarnar um makrel. Teir kunnaðu hvønn annan um støðuna hjá hvørjum landi í makrelmálinum og umrøddu støðuna serliga við atliti at, at eingin strandarlandaavtala fekst í lag fyri 2012.

- Málið viðvíkjandi kongafiskinum í Irmingarhavinum varð umrøtt. Partarnir fegnaðust um, at ein semja varð fingin í 2011 millum strandarlondini (Ísland, Føroyar og Grønland) og við Noreg og ES, men harmaðust um, at Russland ikki er sinnað at koma við í semjuna.

Lagt verður aftrat, at gongdin í samráðingunum um svartkalvan millum Føroyar, Ísland og Grønland varð umrødd.

- Samráðingarnar hava ligið stillar síðani 2008, men verða nú tiknar uppaftur. Ráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er tørvur á at koma til eina semju millum partarnar, so fiskiskapurin eftir svartkalva kemur undir eina skipan, ið tryggjar burðardygga gagnnýtslu, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivinum.