Ytri landgrunskrøvini norðan fyri Føroyar eru nú send til landgrunsnevnd Sameindu Tjóða
Eitt og hvørt strandaland hevur rætt til ein landgrunn innan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum. Rætturin til ein ytra landgrunn, t.e. uttan fyri 200 fjórðingar, krevur tó sera drúgva altjóðarættarliga og vísindaliga próvførslu. Tað er í hesum sambandi, at føroyskir og danskir serfrøðingar hava síðan 2003 savnað inn og viðgjørt dáta úr økinum norðan fyri Føroyar fyri at grundgeva krøvini til hetta økið stendur í tíðindaskrivi frá Uttanríkisráðnum.
I februar 2008 var ein kjarnubólkur settur á stovn, sum skuldi fyrireika og gera endaligu framløguna um rættin til ytri landgrunnin norðan fyri Føroyar. Í bólkinum eru umboð úr Uttanríkisráðnum, Jarðfeingi, De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland, Danish Space Center og Udenrigsministeriet.
Framløgan er nú liðug og handað landgrunsnevnd Sameindu Tjóða (Commission on the Limits of the Continental Shelf) til viðgerðar. Tað verður ein føroysk/donsk samráðingarnevnd ið fer, á fyrsta sinni, í august mánaði 2009 at leggja hesi krøv fyri landgrunsnevndini í New York. Síðan gongur væntandi rúm tíð, áðrenn tey føroysku/donsku krøvini verða liðugt viðgjørd av landgrunsnevndini.
Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða viðger einans, um krøv Føroya eru grundaði, t.e. um tey eru í tráð við havrættarsáttmálan. Ísland og Noreg hava krøv, sum renna saman við teimum føroysku /donsku krøvunum norðan fyri Føroyar. Landgrunsnevndin viðger ikki, hvussu býtið millum Føroyar/Danmark, Noreg og Ísland, skal gerast.
Í farnu viku varð Bjørn Kunoy valdur til formann í nevndini, sum setir krøvini fram vegna Ríkið.