Føroyar kunnu luttaka í Grand Prix

Annika Mittún, stjóri í Kringvarp Føroya, váttar, at tey hava kannað møguleikarnar fyri, at Føroyar kunnu taka lut í Eurovision Song Contest. Kringvarpið hevur kannð møguleikarnar fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í EBU, Eurovision Broadcasting Union, og harvið luttaka í Eurovision Song Contest.

 

Sviin, Svante Stockselius, er leiðandi stjóri fyri ESC, Eurovision Song Contest í løtuni. Hann heldur ikki, at markið er nátt fyri talið av londum, sum kunnu luttaka í kappingini.

 

- Vit hava gjørt reglurnar um, so at fleiri lond kunnu verða við, sigur Svante Stokselius.

 

Fleiri lítli lond sum Lichtenstein, San Marino og Malta eru við í kappingini, men felags fyri tey er, at tey eru aktivir limir í EBU og sjálvstøðug lond.

 

- Vit eru limir í EBU gjøgnum Danmarks Radio og nýta eisini tilfar frá hvørjum øðrum, sigur Eyðfinn Jensen í Kringvarpinum.

 

Annika Mittún er regluliga við á fundum hjá EBU. Men tað kostar at gerast sjálvstøðugur limur, og tí hevur Kringvarp Føroya valt ikki at gerast limur.

 

- Vit hava kannað møguleikarnar at luttaka í Eurovision Songcontest fyri ung, og so taka tað harfrá, sigur Annika Mittún Jacobsen.