Føroyar, Irak og USA

   

Amerikanski dreymurin. Landið har hin fátæki avísdrongurin verður forseti. USA, Land of the free. Tað vóru tær veldugu hugsjónirnar og humanistar sum Jefferson Washington og Lincoln, sum myndaðu henda nýggja heimspartin og hagar fólk úr Europa og Asiu søktu sær friðskjól undan trælkan og forfylging. Eg má eisini nevna statin Pennsylvania, har fullkomið trúarfrælsi valdaði.
Vónin um eitt betri og mann-sømandi lív dró eisini føroyingar handavegin. Fleiri komu væl fyri, men ikki allir. So seint sum i vikuni segði ein mær frá einum langommubeiggja, sum fór til USA fyrst i hesi øldini. Heimildarmaður mín segði, at hann hevði funnið eitt bræv frá hon-um, har hann segði skyldfólk-unum í Føroyum frá, at hann var farin á húsagongd, hevði "speku-lerað" á Wall Street og mist allan peningin. Hann kom ongantíð heimaftur.
Nøvn sum Edison, Rockefeller, Bell, Wall Street, Ford, Carnegie, Disney, Kennedy, Al Capone, Luis Armstrong, Jimi Hendrix, Marylin Monroe, Elvis, Martin Luther, Billy Graham, Muhamed Ali, Bob Dylan Sinatra, Clinton, eru øll partar av okkara føroyska samleika og so fitta søgan um heimasandsgentuna, sum streyk skjúrturnar hjá Rockefeller yngra !
USA hevur sanniliga gjørt sítt fyri heimsfriðin. Allir teir ungu amerikanararnir, sum fullu í báðum heimsbardøgunum, í skotgrøvunum í Verdun, kvaldir í sinnopsgassi ella pettaðir sundur á Omaha Beach. Var tað ikki fyri USA vóru Føroyar ídag uttan iva ein fittur fiskaframleiðari hjá Triðja Ríkinum og við nasistiska merkinum veitrandi á løgtingsvøllinum. Hiroshima og so Marshallhjálpin, sum eisini lat til Føroyar. Mjørkadalur, Sornfelli, friðargongur.
Vietnam, Vietcong, My Lai, allir hesir ræðuleikar fingu okkum at vakna úr okkara barnasvøvni og seta spurnartekin við, at 2,5 mio vietnamesarar vórðu slaktaðir - fyri hvat?. Teir vóru kommunistar varð sagt.
Og so fór alt fyri bakka við Watergate, Nixon, Afghanistan, Iran Contra, Nicaragua. Okkara hugnaliga føroyska hugmynd av USA mátti víkja fyri realpolitikki.
USA er ídag størsta supertjóð í heiminum og er tað USA, sum setur politisku dagskránna og alt amerikanskt fær ávirkan her heima. Rentustøðið í USA ávirkar okkara rentustøðu, virði á dollaranum hevur stóran týdning fyri oljuprísin og á okkara fiskaútflutning til USA. Gjøgum Ríkisfelagsskapin eru Føroyar bæði partur av NATO og tekniskt í kríggj saman við USA móti Irak! Vit hava avbyrgt havnina í Tórshavn fyri at verja okkum móti terroratsóknum.
Forsetavalið í USA hevur stóran týdning fyri Føroyar og mugu vit taka støðu til hetta val. Tey, sum hava sæð nógv umrødda filmin "Fahrenheit", hava ilt við at trúgva, um veruleikin er, at tað er tann kalda beinharða kapitalisman og hernaðarídnaðurin, sum stýrir Bush familjuni og tí eirindarleysa politikkinum. Ella eru Bush og hansara menn sannførdir idealistar og krossfararar, sum verja Vesturheimin moti Muhammedsmonnum - time will tell ! Vert er at nevna, at tá Bush gjørdist forseti ætlaði hann at føra ein isolationspolitik.
Amerika er ambivalensur við lít. Amerikanarar eru fitt fólk yvirhøvur. Tú hevur frið, trivnað og trygd og frælsi hins einstaka og so allan brutalitetin vit hava sæð líka frá indianarum, nekaratrælum og lyndi hjá teimum seinastu amerikansku forsetunum at blanda seg uppí alla staðni og taka lutin á seg sum heimspolitivald. Løgið.
Tað er ringt at taka dagar millum, hvør verður forseti Bush ella Kerry. Uttan iva halda flestu føroyingar við Bush, sum tykist meira avgjørdur enn Kerry. Verður tað Kerry, eri eg bangin fyri, at vit síggja eitt nýtt Kennedy/Johnson syndrom, har Johnson varð drigin inn í Vietnam móti sínum vilja. Kerry tykist veikur og populistiskur.
Sagt verður, at kalda stríðið var 3. Veraldarheimsbardagi. og at vit nú síggja 4. heimsbardaga daga upp. Sannroynd er, at vit í Vesturheiminum standa sum fíggindar hjá øllum Muslimska heiminum og fer hetta stríð at escalera.
Vit eru vassað so langt út nú, at ikki vendist aftur. Stríðið í Irak og aðrastaðni má fáa ein enda og eitt sokallað demokrati fáast upp at standa, um tað ber til. Um USA vinnur hetta stríð er ikki lætt at siga, politiska mótstøðan kann gerast so stór, at USA og eisni Bretland taka seg , og so hevur terrorisman sigrað.
Løgið er, at núverandi forsetin í Irak, sambært News Week, er fyrrverandi leigumordari hjá Sadam Hussein og forsetin í Afghanistan hevur havt nógv handilssamband við Bush Senior. Ikki hoyrist so nógv til tað, men Irak er í Wild West, har túsundavís av privatum leiguhermonnum og feløgum vinna sær risaupphæddir.
Teir ekstremu muslimarnir vilja vinna á Vesturheiminum og vilja nýta allan terror og harðskap. Alt Miðeystur stendur og rillar, og allir teir gomlu muslimsku landspartarnir i Sovjet eru við at tilbúgva seg - sorgarleikurin í skúlanum í Beslan er bert ein lítil byrjan uppá, hvat fer at henda. Oljan spælir ein stóran leiklut og er hon livæðrin hjá Vesturheiminum. Fer stríðið í Irak at breiða seg til Iran, og fer USA inn í Saudi Arabia, er ilt at ímynda sær, hvat fer at henda. Egyptaland er eisini ein sera stórur vandi við teimum militanu muslimunum har búgva..
Ørkymlandi eru øll mannalívini, sum fara fyri onki. Mannalív hava ongan týdning longur. Ørkymlandi er, at oljan ? hon, sum heldur Føroyum og okkara vinnulívi koyrandi - nú kostar 50 dollars og fer longur upp, so leingi kriggið heldur áfram. Ørkymlandi er, at Al´queda er sterkari enn nakrantíð og hevur framt umleið 50 stórar blóðugar atsóknir bara síðani Sept 11 og er hetta bara byrjanin.
Hóast allan fananskapin, sum fer fram, hava flestu føroyingar enn tokka til Amerika og hava Amerikanska dreymin í hjartanum um frið og semju og eitt gott land, har allir møgulleikir eru hjá tí einstaka at smíða sær eydnuna góða. We shall overcome ! kanska?..
Føroyar eiga at hava góð og sterk sambond við USA bæði handilsliga og diplomatiskt. Ein føroyskur sendimaður eigur at verða í Washington. Verður undirritaði valdur í Tórshavnar Býráð fari eg at virka fyri at fáa New York til vinarbý hjá Havnini.