HEIMAFTUR
Árliga lestrarstevnan hjá MFS varð hildin í Miðlahúsinum í gjár, mikukvøldið 20 juli. Áhugaverda tiltakið byrjaði klokkan sjey og við tí í tonkunum, at B36 kundi skriva føroyska fótbóltssøgu samstundis meðan tiltakið í Miðlahúsinum vardi, so var tað als ikki so galið, at eini 40 fólk vóru uppmøtt til fundin.
Eini 1000 føroyingar lesa uttanfyri landoddarnar, og í kjakinum í miðlunum seinastu tíðina hevur verið ført fram, at alt ov fá av hesum 1000 lesandi koma heimaftur. Tíverri hava vit onki hagtøl, sum kunnu staðfesta ella avsanna hesa framseting. Tað er tó ein sannroynd, at øll tey, sum lesa uttanlands standa yvir fyrr trupulleikanum fyrr ella seinni, har tey skulu taka støðu til, um tey koma heim til Føroya ella framhaldandi ætla at búgva í útlondum.
Ein kanning av teimum uppmøttu í Miðlahúsinum í gjár segði, at øll ætlaðu sær heimaftur fyrr ella seinni, men at kalla ongin tordi at siga, um tey komu heim beinanvegin.
MFS hevði mannað eitt panel við seks luttakarum, sum vóru Margreta Nónklett, Rani Nolsøe, Marianna Mørkøre, Kári Sigvardsen, Hallbera West og Heini í Skorini. Tey skuldu so hvør í sínum lagi hugleiða um evnið heimaftur.
Broytingar
Fólkalívsfrøðingurin Margreta Nónklett legði fyri við at greiða frá, hvat tað eru fyri nakrir tankar, ið rørast í høvdinum hjá teimum ivandi. Hon fortaldi um broytta lestrarmynstri, og um hvussu føroyingar leita saman við føroyingum, tá teir eru burtur og hvønn tað hevur.
Síðani fór hon at greiða frá, hvønn týdning tað hevur fyri føroyska samfelagið: - Lesandi uttanlands tilogna sær ikki bara fakliga vitan, men eisini mentanarliga vitan, og tí er tað av stórum týdningi fyri føroyska samfelagið, at lesandi koma heim aftur eftir lokna útbúgving, segði Margreta Nónklett millum annað.
Hon vísti eisini á, henda menningin av mentanarligum og fakligum førleikum kann hava við sær mentanarligar samstoytir.
Tað sæst millum annað í broytingunum av vanligu føroyska lívsforminum við stórfamiljuni, segði hon og vísti á kjakið um korini hjá einligu mammum, felags foreldramyndugleika og skrásett parlag, sum nøkur dømir um ting, ið eru broytt bara tí, at fólk, ið hava ognað sær mentanarliga vitan frá útlondum, eru komin aftur og hava sett krøv og víst á nakrar trupulleikar.
Til spurningin um, hvat vit skulu gera fyri at fáa fólk heim aftur, spurdi Margreta, um tað yvirhøvur var ein trupulleiki? Globaliseringin og øktu samskiftismøguleikarnir hava við sær, at fólk uttan trupulleikar kunnu arbeiða í Føroyum, uttan at fysiskt vera til staðar, og í so máta er tað fyri sovítt ongin trupulleiki, staðfesti hon.
- Men trupulleikin um tey ikki koma aftur er, at vit vera mentanarliga kunnleikan fyri uttan, og tað fer at gera Føroyar nógv fátækari, vísti Margreta Nónklett á.
Vitan er vald
Samfelagsfrøðingurin og íverksetarin Rani Nolsøe tók yvir har Margreta Nónklett slepti og segði, at tað munur á information og vitan. Hann endurgav orðini hjá enska heimspekinginum Francis Bacon um at vitan er vald, og so skoytti hann sjálvur uppí, at vitan skal brúkast rætt, á rætta staðnum og av røttu fólkunum.
- Í Føroyum í dag skulu vit arbeiða við vitan, sum tey gomlu arbeiddu við fiski, segði Rani Nolsøe. Hann tosaði um íverksetan og greiddi frá einum íverksetanardepli, tey arbeiða við at fáa upp at standa í Klaksvík.
Hansara áheitan til tey ungu lesandi og tey sum júst eru útbúgvin, var, at um seta í verk øll hugskotini tey liggja inni við:
Mær dámar væl kjak og viðgerð, men í løtuni gangi eg mest inn fyri slagorðinum hjá Nike: Just do it, segði Rani Nolsøe.
Trupulleikar
Júst hetta at bara at gera tingini, er nú ikki bara sum at siga tað, og tí er lyklaorðið hjá einum og hvørjum íverksetara: busisness-plan. Eina tílíka busisness-plan og kanska meiri enn tað, eftirlýsti sniðgevin Marianna Mørkøre:
- Eg sakni meiri virðing fyri mínum yrki og fyri skapandi vinnum sum heild í Føroyum. Eg haldi mann onkursvegna ikki dugir nóg væl at lofta teimum útbúnu fólkunum, sum koma aftur, og kanska hevði eitt slag av startpakka verið ein góð loysn, helt Marianna Mørkøre.
Hallbera West, arbeiðir í dag sum fulltrúi og hon helt, at tað var alt annað enn lætt at koma aftur til Føroya: - Føroyar eru ikki heimsins lættasta land at koma aftur til, segði hon. Hallbera vísti eisini á, at tað ofta varð tikið illa upp av myndugleikunum, um tú spurdi hví tingini vóru sum tey vóru, og kanska hevði eitt hugskot um hvussu tað kundi broytast til tað betra.
Íverksetarparadísið
Kári Sigvardsen var eisini partur av panelinum. Hann fór eisini niður at lesa einaferð, men tað praktiska tiltalaði meiri enn tað teoretiska. Tí gavst hann við lesnaðinum og fekk lærdi til datamatikara, og heimkomin byrjaði hann sína egnu fyritøku.
- Eg hevði ikki tol at arbeiða meg upp í eini fyritøku, og tí var tað óført at eg byrjaði fyri meg sjálvan. Tá var eg á toppinum frá fyrsta degi, skemtaði Kári Sigvardsen.
Eftir hansara tykki eru Føroyar eitt paradís fyri ein íverksetara, tí at gloppið millum hægsta og lægsta mann í landinum er so ótrúliga stutt.
- Netverk er so ótrúliga týdningarmikið, tá tú skalt byrja eina fyritøku, og av tí at Føroyar eru so lítlar, hevur tú netverk beinanvegin tí tú kennir so nógv fólk, vísti Kári Sigvardsen á.
Og hetta við at byrja fyri seg sjálvan og at vilja bjóða føroyska arbeiðsmarknaðinum nakað, tók Heini í Skorini, sum lesur samfelagsfrøði í Danmark, fult undir við:
- Eg haldi at hugburðurin hjá teimum útlærdu, sum ivast í at koma heim, er púra skeivur. Í staðin fyri at spyrja, hvat kann føroyski arbeiðsmarknaðurin bjóða mær, eiga vit at spyrja, hvat kann eg bjóða føroyska arbeiðsmarknaðinum, segði Heini í Skorini.
- Vit mugu vilja okkurt, tá vit koma aftur og eg haldi, at tað er okkara fremsta uppgáva, vit sum sita her í kvøld, at etablera ein granskingardepil, tí eitt samfelag sum ikki raðfestir gransking og útbúgving, sendir nøkur keðilig signal út, staðfesti Heini í Skorini.
Jú, kjakið koyrdi dúgliga, men tá klokkan nærkaðist hálvgum ellivu, rundaði orðstýrarin Jón Brian Hvidtfeldt av og frálíka áhugaverdi fundurin var at enda komin.