Føroyar fingu eitt framúr úrslit í gjár á Tórsvølli, tá okkara kláraðu at vinna á Andorra. Ein onnur pinkutjóð, Luksemburg, fekk eitt líka gott ella betur úrslit í gjár, tá teir kláraðu at fáa ein málleysan javnleik móti Fraklandi. Hóast Frakland var spælstýrandi og hevði fleiri skot á mál, so kláraðu teir ikki at vinna á lítlu tjóðini, ið millum Belgia og Holland.
Tað vekir ans tá smærri tjóðir gera um seg í ítrótti. Í gjár var einki undantak í so máta. Enska blaðið Daily Telegraph, hevur gjørt upp 10 tey mest óvæntaðu úrslitini í altjóða fótbólti. Úrslitið hjá Luksemburg er ikki komið á, men Føroyar eru komnar tvær ferðir á.
Fyrra ferðin er fyri dystin í Landskrona móti Eysturríki og seinna er fyri dystirnar ímóti fyrrverandi evropisku meistarunum úr Grikkalandi.
Onnur úrslit eru tá Norður Korea vann á Italia í 1966 og tá Senegal vann á Fraklandi í 2002.