Sambært veddingarfyritøkunum, sum seta odds á landsdystin millum Frakland og Føroyar, hava Føroyar so at siga ongan kjans ímóti Fraklandi mikukvøldið. Roknað verður fyri púra vist, at Frakland vinnur dystin, og allar veddingarfyritøkurnar geva odds 1,01 upp á Frakland. Hinvegin er meira at fáa fyri ein javnleik ella ein sigur til Føroyar. Javnleikur gevur odds millum 10 og 12, meðan ein sigur til Føroyar gevur upp í 81 ferðir pengarnar aftur.










